Kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spældu í kvøld fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini.
Hoyvíkskvinnur vunnu dystin við einum máli, 22-21. Í steðginum var H71 á odda 12-11.
Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum var Neistin á odda 21-20, men so megnaðu tær ikki at skjóta fleiri mál, og so koppaði tað akkurát til H71.
Við sjey málum var Bjørk F. Joensen toppskjútti hjá Neistanum. Við seks málum var Elsa Egholm toppskjútti hjá H71.
Returdysturin í Hoyvík verður leikur leygardagin klokkan 17.
##med2##