Faxe Kondi: KÍF skoraði sigursmálið í seinasta sekundinum

KÍF vann fyrru hálvfinaluna móti Neistanum við einum máli

Í kvøld leiktu mansliðini hjá Neistanum og KÍF fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini í høllini í Hálsi í Havn.

 

Tá Tróndur Kragesteen skoraði til javnleik 19-19, og bert seks sekund vóru eftir var ikki nógv sum talaði fyri fleiri málum í dystinum. Men í tí allarseinasta sekundinum eydnaðist tað Fríða Weyhe (uttast t.h. á myndini) at skjóta bóltin í netið til støðuna 20-19 til KÍF, ið sostatt hevur ein lítlan fyrimun til seinnu hálvfinaluna í Kollafirði.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 8-8, og tað leikaði javnt á allan dystin.

 

Herbjørn Lava var toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Fríði Weyhe var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. 

 

Seinna hálvfinalan verður leikt í høllini í Kollafirði komandi sunnukvøld klokkan 18.30.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF:

 

##med2##