Faxe Kondi: Kyndil tapti seinnu hálvfinaluna men vann samlaðan sigur

Kyndilskvinnur vunnu samlaðan seksmálssigur

Savnsmynd

Kyndilskvinnur hava vunnið seg í Faxe Kondi steypafinaluna, ið verður leikt komandi leygardag í høllini við Tjarnir. Mótstøðuliðið verður antin VÍF ella Neistin. Vestmannakvinnur og neistakvinnur spæla seinnu hálvfinaluna í Vestmanna í morgin klokkan 16. VÍF vann fyrru hálvfinaluna 24-23.

 

Í kvøld taptu kyndilskvinnur 32-33 fyri H71 í seinnu hálvfinaluni á heimavølli í høllini á Hálsi. Men 36-29 sigurin í fyrru hálvfinaluni tryggjaði Kyndli ein samlaðan 68-62 hálvfinalusigur. H71 var á odda 18-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki bleiv ongantíð spenningur um samlaða úrslitið. Hoyvíkskvinnur kunnu tó fegnast um sjálvan sigurin í seinnu hálvfinaluni. 

 

Aftur í kvøld var Turið Arge Samuelsen stórskjútti hjá Kyndli. Hesaferð við 11 málum. Toppskjúttar hjá H71 vóru Anna Elisabeth H. Weyhe og Lukka Arge við átta málum hvør.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá seinnu hálvfinaluni millum Kyndil og H71:

 

##med2##

 

Savnsmynd