Faxe Kondi: Kyndilskvinnur vunnu við fýra málum

Kyndilskvinnur vunnu fyrru hálvfinaluna á VÍF í Vestmanna

Í kvøld var fyrra hálvfinalan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum millum VÍF og Kyndil leikt í høllini í Vestmanna.

 

Tað eydnaðist kyndilskvinnum at vinna dystin 30-26. Í steðginum var útliðið á odda 14-13.

 

Tá 13 minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 22-22, men seinastu løtuna eydnaðist tað Kyndli at tryggja sær ein lítlan fyrimun til seinnu hálvfinaluna.

 

Seinna hálvfinalan verður leikt í høllini á Hálsi í Havn komandi sunnudag klokkan 14.

 

Rannvá Olsen var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Turið Arge Samuelsen (savnsmyndin) var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF: 

 

##med2##