Dávid Reynheim: Hetta er ein dreymur

Stjørnuskotið Dávid Reynheim skiftir til italska stórfelagið Torino, sum dagliga spælir í bestu italsku deildini, Serie A.

Stjørnuskotið Dávid Reynheim skiftir til italska stórfelagið Torino, sum dagliga spælir í bestu italsku deildini, Serie A.

 

- Fíggjarligu viðurskiftini í samband við skiftið verða ikki almannakunngjørd, men hetta er ein avtala, sum vit í HB eru væl nøgd við, sigur ítróttarstjórin, Símun Samuelsen við heima síðuna hjá HB, sum hevur tosað við Dávid Reymheim.

 

HB.fo skrivar:

 

Eyðsýnd fótbóltsevnir

 

Fótbóltsevnini hjá unga áleyparanum hava leingi verið eyðsýnd, og hetta er ein leikari, sum vit hava haft stórar vónir til í HB. Umframt evnini, hevur Dávid eisini rætta hugburðin og áræði, sum skulu til.

 

Seinasta árið hevur Dávid tikið nøkur risafet í menningini. Vit skulu ikki longur aftur enn til 7. oktober í fjør, tá hann spældi steypafinalu við U15-dreingjum. Og nú, góðar 11 mánaðar seinni, gongur leiðin til Italia og bestu fótbóltsdeildina har. Sjálvur sigur Dávid, at hetta er ein dreingjadreymur, ið nú gerst veruleiki.

 

– Tað hevur altíð verið ein stórur dreymur at sleppa at royna meg uttanlands. So nú eg fái møguleikan, taki eg av. Eg kann enn menna meg sum fótbóltsspælara, og hetta er so avgjørt eitt stig rætta vegin. Eg eri 100% til reiðar at fara avstað.

 

Byrjar í ungdómsdeildini

 

Dávid skal í fyrsta umfari spæla og venja við U17-liðnum hjá Torino. Men hann ætlar ikki at steðga har.

 

– Eg byrji á U17-liðnum, og eftir ætlan skal eg eisini vera við U19-liðnum. Málið er sjálvsagt at vísa meg fram, og at koma nærri besta liðnum hjá Torino.

 

Hevur gingið skjótt

 

Sum áðurnevnt, so skulu vit bara skrúva tíðina 11 mánaðar aftur, tá spældi Dávid við okkara U15-liði. Og hesar mánaðarnar hevur pílurin peika beint upp eftir.

 

Undan kappingarbyrjan í ár slapp Dávid at venja við Betri-hópinum. Eisini var hann at síggja í nøkrum av venjingardystunum. Her gjørdi hann tað so mikið væl, at hann bleiv fastur partur av Betri-hópinum.

 

– Eg havi ment meg nógv seinasta árið. Í fjør spældi eg við U15, og eg hevði ikki væntað at vera komin her til longu nú. Bara tað at sleppa at venja við besta liðnum hjá HB fyri fyrstu ferð, var stórt. Og so at sleppa at spæla dyst, var enn størri.

 

Tað var í stórsteypadystinum ímóti KÍ í mars, at Dávid varð tveittur fyri leyvurnar. Hann var við frá byrjan í tí dystinum, takkaði fyri álitið og skoraði málið til 3-1. Eitt mál, sum skuldi vísa seg at verða avgerðandi, tí tann dystin vunnu vit 3-2.

 

Fleiri feløg hava víst Dávidi áhuga, men sjálvur kendi hann einki til áhugan frá Torino, fyrr enn fyri nøkrum vikum síðani.

 

– Eg visti einki um hetta, fyrr enn foreldrini søgdu tað fyri mær fyri nøkrum vikum síðani. Samband hevur verið millum tey, umboðsmannin hjá mær og feløgini. So hetta hevur gingið ógvuliga skjótt, sigur Dávid at enda.

 

Eitt herðaklapp til ungdómsdeildina

 

At vit nú kunnu senda enn ein spælara víðari út í heim, er eisini eitt herðaklapp til tað ungdómsarbeiðið, sum dagliga verður gjørt í felagnum. Hetta er við til at seta bæði HB og føroyskan fótbólt á heimskortið. Tað sigur ítróttarstjórin, Símun Samuelsen.

 

– Tað hevur stóran týdning fyri HB, at okkara leikarar og ungdómsleikarar síggja í verki, at um man ynskir at royna eydnuna sum professionellur leikari, so megna vit sum felag at lyfta tað uppgávuna. Við hesum kemur vónandi enn størri sjóneyka á leikarar hjá okkum, og á føroysku deildina sum heild.

 

Rætti hugburðurin skal til

 

Tú kanst koma langt við góðum fótbóltsevnum. Men uttan rætta hugburðin og viljan, er langt á mál.

 

– Tað er fyrst og fremst leikarin, sum má brenna fyri tí. Og tað hevur Dávid so sanniliga gjørt til hvørja tað einastu venjing tey seinastu nógvu árini. Ikki bara til sjálva venjingina, men lívsstílurin sum heild. Nú fær hann viðurkenning fyri harða arbeiði. Hetta er bara byrjanin, men vit trúgva uppá, at Dávid hevur tað, sum skal til.

 

Vilja hjálpa ungum leikarum á veg

 

Dávid undirskivaði sín fyrsta yrkissáttmála í mars í ár, stutt eftir at hann var fyltur 16 ár. Tá var avtalað, at vit skuldu hjálpa honum víðari á yrkisleiðini, og at vit væntaðu at selja hann á sumri í 2025. Nú bleiv tað so eitt ár fyrr enn væntað.

 

Sum felag seta vit okkum nøkur mál, saman við leikarunum. Og saman arbeiða vit fram ímóti teimum málunum.

 

– Tað er ikki soleiðis, at vit nú fara at seta allar okkara leikarar til sølu, og aktivt royna at finna teimum nýggj feløg. Men vit eru greið yvir, at vit hava nakrar leikarar, sum ynskja tað sama sum Dávid. Nakrir heilt ungir, men eisini verandi leikarar í Betri-hópinum, hvørs ambitiónir vit vilja lofta á sama hátt sum við Dávidi. Tá eg sigi sama hátt, so merkir tað, at vit fara í ein dialog við leikaran, soleiðis at vit avstemma hvat vit vænta av leikaranum, og hvat leikarin kann vænta av okkum, sigur Símun Samuelsen.

 

Vit í HB eru errin av at senda enn ein leikara út í heim, og ynskja Dávidi alt tað besta í Italia.