Faxe Kondi menn: Team Klaksvík vann greitt á H71 2

Team Klaksvík hevur fingið síni fyrstu stig í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini

Ein dystur var í kvøld leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.

 

Dysturin var í Badmintonhøllini í Klaksvík, har Team Klaksvík tók móti H71 2.

 

Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til steðgin var støðan javnleikur 14-14.

 

Í seinna hálvleiki var Team Klaksvík greitt omaná, og vunnu klaksvíkingar at enda greitt 28-21.

 

Í morgin klokkan 16 møtast H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

H71, StÍF og Team Klaksvík hava øll tvey stig í bólki 1. H71 2, ið eins og Team Klaksvík hevur leikt tveir dystir hevur einki stig fingið enn. 

 

Tíverri er almenni dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum í Klaksvík ikki tøkur enn.