Faxe Kondi: Tróndur sendi Neistan í finaluna í seinasta sekundinum

Neistin vann 23-21 á KÍF í Kollafirði, og harvið ein samlaðan 42-41 hálvfinalusigur í Faxe Kondi kappingini

Tað gjørdist sera spennandi í seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í Kollafirði.

 

Hóskvøldið vann KÍF 20-19 á Neistanum í høllini í Hálsi, men í kvøld vann Neistin 23-21 á KÍF, og harvið ein samlaðan 42-41 hálvfinalusigur.

 

Veteranurin, Tróndur J. Kragesteen sendi Neistan í finaluna, tá hann í seinasta sekundinum skoraði til 23-21. 

 

Neistin var á odda 11-7 í hálvleikinum í Kollafirði í kvøld. Tá átta minuttir vóru eftir av dystinum var Neistin á odda 20-16. Fríði Weyhe skoraði til støðuna 22-21 til Neistan - og harvið samlaðan javnleik 41-41 - tá 16 sekund vóru eftir av dystinum. Neistin tók leikbrá tá 11 sekund vóru eftir, og teirra ætlan eydnaðist við sigursmálinum hjá Tróndi J. Kragesteen. 

 

Bárður Dam var toppskjútti hjá KÍF við seks málum. Erik Karlsson var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. 

 

Harvið vera tað VÍF og Neistin sum spæla finalu komandi leygardag. 

 

Neistin var í finalunum í 2022 og 2021, men teir taptu báðar fyri H71. 

 

Í 2015 møttust Neistin og VÍF í finaluni. Tá vann VÍF finaluna 26-25. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá seinnu hálvfinaluni í Kollafirði:

 

##med2##

 

##med3##