FBI hevði upplýsingar um álop frá al-Qaeda

Fleiri mánaðir fyri atsóknina tann 11. september í 2002 vistu fleiri týðandi amerikanskir embætismenn, at al-Qaeda ætlaði at nýta flogfør í einari yvirgangsatsókn. Tað sigur eitt fyrrverandi starvsfólk hjá FBI

Avdúkingin kemur serliga trygdarráðgevanum hjá Bush, forseta, Condoleezzu Rice, illa við, tí hon hevur hildið uppá, at myndugleikarnir fingu onga ávaring undan atsóknini. Men tað er ikki rætt, sigur tann 33 ára gamla Sibel Edmonds. Hon vil vera við, at Rice sigur ósatt.

Við bretska blaðið The Independent sigur Sibel Edmonds, at í sambandi við arbeiðið hjá FBI sá hon skjøl, sum vísa, at Condoleezza Rice hevur ikki sagt sannleikan um hetta málið.

-Har vóru upplýsingar um, nær atsóknin væntandi skuldi setast í verk, hvussu hon skuldi fremjast, hvørjir fóru at taka lut í henni, og hvør kundi hava givið boð um hana. New York, Washington og aðrir býir vórðu eisini nevndir. Alt stórir býir við stórum háhúsum, sigur Sibel Edmonds.

Hon arbeiddi fyrr sum týðari hjá FBI, og hon hevur longu givið teirri serligu kanningarnevndini hjá Senatinum upplýsingar um tað, sum hon sá í sínum arbeiði hjá samveldisløgregluni. Og hon er ikki í iva í síni søk.

-Nevndin hevur fingið allar upplýsingar, bæði um skjøl og dagfestingar, og har er eingin ivi. Hetta eru ikki leysasøgur, men sannleikin, og alt kann staðfestast, sigur Sibel Edmonds við The Independent. Hon var ein av fleiri týðarum, sum arbeiddu fyri FBI mánaðarnar upp undir atsóknina 11. september í 2001.

Tað er einki at ivast í, at avdúkingin hjá Sibel Edmonds verður eitt av høvuðsevnunum, tá kanningarnevndin hjá Senatinum fer at avhoyra Condoleezzu Rice í næstu viku. Nevndin hevur leingi kravt at sleppa at avhoyra hana, men Hvíotu Húsini hava sagt nei. Men í vikuni slakaði forsetin, og fyrrakvøldið bleiv upplýst, at hon skal avhoyrast hósdagin ella fríggjadagin í næstu viku.