FC Hoyvík hevur í dag vunnið 2-0 á útivølli móti næstbesta liðnum hjá B68, sum undan umfarinum var oddalið. Ken Nónklett og Jákup Lamhauge stóðu fyri málunum.
Gestirnir vóru á bóltinum í stórum løtum av dystinum, og við eitt sindur av neyvleika hevði sigurin verið størri.
B71, TB, FC Hoyvík og HB eru øll á fyrsta plássinum í næstbestu deildini við 13 stigum.
B68 ? FC Hoyvík 0-2 (0-1)
0-1: Ken Nónklett
0-2: Jákup Lamhauge