Seinasta umfarið í donsku Superliguni verður í kvøld. Vinnur FC Nordsjælland á AC Horsens ella FCK ikki vinnur á Christian Lamhauge Holst og Silkeborg, so verður FC Nordsjælland danskur meistari fyri fyrstu ferð í søguni.
FCK hevur síðani aldarskiftið siti tungt á donskum fótbólti. Bara hendinga ferð hava feløg sum Brøndby og AaB megnað at kroyst seg ímillum. Í kvøld hevur FC Nordsjælland møguleikan at gerast triðja liðið, ið megnar at vinna gullið frá FCK.
FCK tapti um vikuskiftið 1-0 fyri FC Midtjylland, meðan FC Nordsjælland vann á Brøndby. Úrslitini gjørdu at FC Nordsjælland yvirhálaði FCK í oddinum í Superliguni við tveimum stigum.
FCK skal vinna sín dyst fyri at hava nakran møguleika fyri at vinna gullið. Tað gera teir um FC Nordsjælland tapur ella spælur javnt, tí FCK hevur betri málúrtøku.
Pól Jóhannus Justinussen er úttikin til hópin hjá Aab, sum vitjar Sønderjyske, og René Shaki Joensen er somuleiðis við í hópinum hjá Brøndby, ið vitjar í Lyngby.
Superliga fótbóltur í kvøld:
FC Nordsjælland - AC Horsens
Lyngby - Brøndby IF
SønderjyskE - AaB
HB Køge - OB
FC København - Silkeborg IF
AGF - FC Midtjylland
Stigatalvan:
(Nummar - Navn - dystir - málúrtøka +- - stig)
1 FC Nordsjælland 32 (46-22) 65
2 FC København 32 (53-25) 63
3 AC Horsens 32 (53-36) 57
4 FC Midtjylland 32 (48-40) 55
5 AGF 32 (47-38) 48
6 AaB 32 (42-43) 44
7 Silkeborg IF 32 (50-45) 43
8 SønderjyskE 32 (43-51) 41
9 Brøndby IF 32 (35-45) 36
10 OB 32 (45-49) 33
11 Lyngby 32 (31-60) 25
12 HB Køge 32 (31-70) 18