Ísak Vedelsbøl vann á Róa Ellefsen á Skipagøtu

Fleiri føroyingalið leiktu dyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Í dag vóru seks føroyingalið í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Harímillum vóru tvær føroyingauppgerðir í fyrsta leikumfarinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Í Farum Arena vóru 1.000 áskoðarar til staðar, tá liðið hjá Ísaki Vedelsbøl, HØJ tók ímóti liðnum hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Aarhus.

 

HØJ vann ein greiðan 32-22 sigur. Í steðginum var HØJ á odda 15-11.

 

Ísak var effektivur og skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Rói skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál.

 

Í høllini í Stoholm Fritids-og Kulturcenter tóku Rúnar Hammer og liðfelagarnir í Stoholm móti Juliani Kragesteen, og hansara liðfeløgum í Køge.

 

Køge vann dystin 33-28 (17-11). Rúnar var noteraður fyri eitt mál.

 

Í SPAR NORD Boxen høllini í Nykøbing á Falster tóku Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne móti Odder. 

 

Suðuroyggjamenn vunnu stórsigur 40-28. Odder var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru suðuroyggjamenn bert á odda við tveimum málum, 19-17. 

 

Í Sparekassen Danmark høllini í Glesborg taptu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel 26-30 (15-17) fyri Norddjurs. 

 

Kjartan var við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá Vendsyssel.