SUPERLIGAN
Um tað hesa ferð royndist betri hjá FCK, enn tað hevur gjørt seinastu ferðirnar, valdast um eyga, sum sær. Hesa ferð hevði FCK í Parkini vitjan av OB. Úrslitið gjørdist 1-1, og harvið hevur FCK ikki megnað at fingið fult í fýra teimum fyrstu umførunum. Í FCK søgdu teir seg fegnast um, at tað hesa ferð var betri skil á verjupartinum, enn tað hevur verið, síðani tað um ólavsøkumundið varð farið undir nýggja kappingarárið.
OB legði seg á odda, men nýggi norski FCK miðvallarin, Magne Hoseth, javnaði til 1-1. Norðmaðurin varð mettur at vera besti spælarin á vølli. FCK hevði tveir aðrar risa møguleikar. Hoseth misnýtti annan, og Hjalte Bo Nørregaard misnýtti hin.
FCK venjarin, Hans Backe, segði seg vera væl nøgdan við, at verjuparturin hesa ferð ikki gjørdi stóru mistøkini, sum hann áður hevur gjørt. Men venjarin segði seg ikki vera nøgdan við bóltspælið hjá fremstu monnunum. Teir megnaðu ov illa at varðveita bóltin og harvið at vera við til at flyta og varðveita spælið longri frammi á vøllinum, segði Hans Backe. Álvaro Santos og Jesper Bech vóru í álopinum. Peter Møller kom á vøllin fyri ein av miðvallarunum í 2. hálvleiki.
Todi Jónsson var als ikki í FCK hópinum.
- Tað sær út til, at eg í løtuni eri nummar fýra í røðini, meðan Zuma framvegis er skaddur, staðfestir Todi Jónsson, sum sigur seg síggja fram til hesar næstu dagarna at vera saman um føroyska landsliðið.
Tað er kreppa í donskum fótbólti. Í dag er verkfall og verkbann lýst at vera. Tað vil siga, at allur fótbóltur í Danmark, sum hevur við DBU at gera, verður lagdur stillur. Eingin veit at siga, nær bólturin aftur fer á rull. Í flestu feløgunum í superliguni skuldu spælararnir í gjár tosa um, hvussu støðan nú verður.
Uppflytararnir á odda
Tað hevur gingið rættuliga misjavnt hjá teimum báðum feløgunum, sum fyrr í summar vunnu sær rætt at luttaka í superliguni. Tá ið tað var greitt, hvørjir uppflytararnir fóru at vera, varð sagt, at Silkeborg væl hevði møguleika at standa seg, meðan Randers heilt víst fór at vera kanónføði.
Higartil hava metingarnar víst seg at vera rættar. Leygardagin var AGF í Randers, har AGF vann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Úrslitið gjørdist 3-0. Randers hevur framvegis einki stig fingið.
Hjá Silkeborg gongur strúkandi. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Esbjerg. Gestirnir høvu takið í eina góða løtu. Teir løgdu seg á odda, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um teir høvdu verið frammanfyri við meiri enn einum máli. Men í 2. hálvleiki fekk heimaliðið um endan, og nýggja stjørnan í superliguni, Rajko Lekic, skoraði sigursmálið hjá Silkeborg.
Eftir at Viborg næstsíðsta leygardag vann 3-2 á heimavølli ímóti FCK, megnaðu teir hesa ferð at fáa fult í Aalborg, har úrslitið var 2-1. Tað vóru áskoðararnir hjá heimaliðnum stak misnøgdir við.
Hjá Brøndby glapp tað endiliga, og teir vóru sera fegnir um, at tað var fingin bilbukt við málturkin, sum hevði verið í meiri enn fimm ferðir trý korter. Brøndby hevði vitjan av FCM, sum legði seg framum í 1. hálvleiki. Eftir steðgin skoraði Brøndby tvær ferðir.