FCK megnar ikki at gera mál

Tað kann fara at vísa segkostnaðarmikið, at tað ? hóast leikliga yvirvág ? ikki eydnaðist at gera mál ímóti AB

 

Superliga


Karmarnir vóru avbera góðir í Parkini sunnudagin. 17.798 áskoðarar vóru møttir fyri at fylgja við í grannastríðnum millum FCK og AB. Tað var spennandi alla tíðina, men tað var ikki serliga skakandi. Tað eydnaðist hvørum partinum at fáa bóltin í málið. Hetta vóru teir í AB mest nøgdir við. Málleysi javnleikurin hevði við sær, at frástøðan aftur til Herfølge, sum er á øðrum niðurflytingar plássinum, øktist til trý stig.

Í FCK var lagið einki serligt. Eftir at hava spælt fýra ferðir upp í slag á útivølli, vóru teir aftur í Parkini. FCK hevur vunnið tveir av útidystunum, og tveir av teimum eru endaðir við javnleiki. Hetta eru teir í FCK væl nøgdir við. Men teir í FCK eru ikki nøgdir við, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa fulla úrtøku burturúr ímóti AB.

Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, men FCK hevði teir størstu. Serliga í 1. halvleiki var ferðin einki at reypa av, og tað eydnaðist stak illa hjá FCK at bróta ígjøgnum í borðunum og at leggja krossbóltar í brotsteigin. Tað var ætlað, at krossbóltarnir skuldi gera, at álopsmenninir báðir, Pascal Simpson og Heine Fernandez, komu til málmøguleikar.

Heine Fernandez, sum ikki tykist vera rættuliga fallin til í FCK, rakti eina ferð tvørtræið, og eina ferð var Christian Lønstrup púra leysur, men hann sendi við síðuna av málinum.

Donsku fjølmiðlarnir siga, at tað í fremstu ræð týðuliga var saknur í Zuma, sum var leikbanaður, og í Toda Jónsson. Fjølmiðlarnir eru eirindarleysir í sínum dómi yvir Pascal Simpson, sum teir meta vera langt frá stórforminum.

Tá seinna umfarið var gott og væl hálvrunnið, gjørdi FCK venjarin, Roy Hodgson, av at skifta út. Í staðin fyri Pascal Simpson kom Todi Jónsson á vøllin. Todi hevur verið skaddur í ein mánað (síðani landsdystin í Luksemburg). Donsku fjølmiðlarin staðfesta, at um bæði Todi Jónsson og Zuma eru á liðnum, og teir eru í fullgóðari venjing, so er talan um mest vandamikla álopsparið hjá FCK. Men samstundis halda miðlarnir, at tað sæst aftur, at Todi ikki er í fullgóðari venjing. Snúringarnar eru ikki so góðar enn, sum tær plaga at vera, staðfestir eitt av bløðunum.

Komandi mánakvøld skal FCK spæla á útivølli ímóti Silkeborg. Hetta verður mettur at vera ein sera týdningarmikil dystur, sum er av alstórum týdningi fyri vánirnar hja FCK at vinna DM.


Hálvsnávaðu

Brøndby er framvegis eit gott boð upp á meistaraheitið. Komandi sunnudag skulu teir spæla sera týdningarmiklan dyst. Tá kemur nýggja oddaliðið, FCM, í Brøndby at vitja.

Sunnudagin sá tað rættuliga dimt út hjá Brøndby. Ti var tað ikki so undarligt, at teir eftir dystarlok vóru nøgdir við 2?2 javnleikin í Aalborg. Tá tað restaðu tíggju minuttir var AaB frammanfyri 2?0, men so vístu teir bláu og gulu enn eina ferð, at teir megna at stríðast, eisini tá tað ikki hevur gingið eftir vild. Hetta var fjórði dysturin upp í slag, at tað ikki eydnaðist hjá AaB at vinna.

Johan B. Hansen tykist púrasta at hava mist plássið í besta hópinum hjá OB. Hesa ferð vóru fleiri av stuðulsspælarunum buturi frá. Men kortini var ikki pláss fyri Johan B. Hansen. Á heimavøllinum vann OB 3?1 á botnliðnum úr HFK Sønderjylland, sum longu er flutt niður í næstbestu deildina.

AGF og Viborg stóðu fyri størsta ella besta dramainum í 25. umfarinum í donsku kappingini. Endin var, at Viborg vann 4?3. Harvið er AGF framvegis ikki heilt leyst av botnstríðnum.

Silkeborg helt tørn um góðu gongdina, og Lyngby, sum hevði heimavøll fullførdi kiksini frá páskafrítíðini. Silkeborg vann 2?0.