Stóri dysturin í donskum fótbólti mikukvøldið, var tann í Aalborg, har Aab framman fyri stórari og í góðveðrinum væl upplagdari áskoðarafjøld hevði vitjan av FCK.
Fyri FCK ráddi um at varveita næst fremsta plássið, og har við atgongumerkið til altjóða fótbólt, og tað eydnaðist. Dysturin endaði 1-1, og tá so FCM, sum er hitt liðið, ið er við í kappingini um silvurkrónurnar, spældi málleysan javnleik í Esbjerg, so liggur tað nú væl fyri hjá FCK, sum í síðsta umfarinum sunnudagin skal spæla á heimavølli í Parkini móti longu niðurflutta Herfølge.
Zuma legði í øðrum hálvleiki FCK framum, men eftir at Allan Gaarde eitt korter undan leikloki hevði javnað fyri AaB, hevði heimaliðið fleiri heilt upplagdar málmøguleikar at skora sigursmálið. Tað gjørdu teir ikki, og harvið glapp møguleikin hjá AaB at vinna silvur teimum av hondum.
Eisini í Århus var áskoðarafjøldin stór, men tey sóu ikki heimaliðið vinna sigurin á nýkosna meistaraliðnum, soleiðis, sum tey høvdu vónað. Fleiri eykaspælarar vóru á Brøndby-liðnum, sum kortini vann 2-1.
Í Herfølge noyddust fáu heimaáskoðararnir at staðfesta, at í hesum umfarinum er skeiðið hjá Herfølge runnið í bestu deildini. OB, sum ikki hevur havt sítt besta kappingarár, vann 3-2.