Var Todi Jónsson dani hevði hann verið landsliðsaktuellur til danska HM-landsliðið.
Tað ivast stjórin í FCK Keypmannahavn, Flemming Østergaard, ikki í.
? Tá Todi er frískur og í toppformi hevur hann europeiskan klassa. Og hevði hann verið dani ? og ikki føroyingur ? hevði hann verið landsliðsaktuellur í hesum døgum. Tað er ikki bara nakað, sum eg haldi, tað er nakað, sum eg veit, sigur hann.
? Todi er ein fínur fýrur, og ein framúr góður fótbóltsspælari. Hevði hann bara kunna sloppið undan øllum skaðunum, kundi hann komið langt. Hann er ein av mínum absoluttu favorittum, sigur FCK-stjórin.
Gavst ikki
Todi Jónsson og Flemming Østergaard kennast frá tíðini í Lyngby, har Østergaard í síni tíð var ein av grundstuðlunum.
Men Østergaard hevði stórar ambitiónir, og fyri tveimum árum síðani avgjørdi hann at flyta til FCK, fyri at fáa kreppurakta felagið á rætta kós aftur, og Todi Jónsson var ein av teimum allarfyrstu spælarunum, sum hann legði seg eftir at fáa til FCK.
Eftir drúgvar samráðingar eydnaðist honum at gera fyribilsavtalu við Toda Jónsson, og 1. juni 1997 bant tann avtalan, tí Todi hevði ikki funnið nakað útlendskt felag.
Todi skorar trý
Flemming Østergaard er nú stjóri í FCK, men hann letur seg ikki noyða við at sita á skrivstovuni hjá sær í Parkini og stýra felagnum har frá. Hann fylgir sínum spælarum til allar dystir, og tá steypafinalan verður hósdagin er hann sjálvandi at finna við vøllin.
? Eg havi góðar vónir til finaluna móti Brøndby og trúgvi, at vit kunnu vinna á teimum. Eg giti at vit vinna 3-1, og Todi Jónsson verður maðurin sum skaffar okkum sigurin. Hann ger øll trý málini, sigur hann og ljóðar sum hann meinar tað.
Tosa so um at hava trýst á sær!