ÚTISETAFELAG
Eftir tvey ikki sannførandi avrik og tvey 3?0 tap í Jyllandi vísti FCK aftur tenn í Parkini í Keypmannahavn, har 18.930 áskoðarar vóru eygnavitni til 1?0 sigurin ímóti grannunum úr AB.
Carsten Fredgaard, sum aftur hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, skoraðimálið beinleiðis upp á fríspark, tá knappir tjúgu minuttir vóru farnir. Frísparkið var framt ímóti Todi Jónsson.
FCK avrikið var sannførandi. AB hevði ikki ein málmøguleika, meðan FCK sat á tí mesta og hevði fleiri møguleikar.
Sambært donsku miðlunum, so vóru tað serliga tríggir spælarar á heimaliðnum, sum gingu undan, tá tað skuldi spælast og stríðast fyri at vinna. Teir vóru miðvallar veteranarn ir Peter Nielsen og Erik Mykland og so Todi Jónsson.
Todi var í álopinum saman við Peter Møller, meðan Jörgen Pettersson var á beinkinum og Zuma als ikki var við. Tá tað restaðu tveir minuttir, varð Todi útskiftur við svenska álopsmannin.
Møguleikar og upplegg
Todi Jónsson tóktist sera væl upplagdur. Heilt tíðliga sneiddi hann framvið fleiri, áðrenn hann úr átjan metrum smekkaði til, men bólturin fór omanfyri. Eina aðru ferð í 1. hálvleiki varð hann spældur leysur í brotsteiginum, men ta ferðina bjargaði AB málverjin við góðari beinparadu.
Í 2. hálvleiki átti Todi at havt økt um leiðsluna. Eftir innlegg úr vinstru, var hann væl fyri at stúta, men úr níggju metrum rakti hann ikki nóg væl, og bólturin fór væl við síðuna av.
Todi hevði onkur góð upplegg, og serliga ta ferðina, tá hann við hælinum snilt spældi eitt tvey saman við Carsten Fredgaard, átti hesi seinni at havt skorað.
Spennandi vika
Eftir dystin var FCK venjarin Hans Backe væl nøgdur. Bæði við álopsspælið og við, at tað endiliga hevði eydnast at halda tætt í verjuni. Tað hevði FCK ikki gjørt síðani eina ferð í apríl mánað. Men venjarin helt, at hansara menn áttu at havt skorað fleiri mál.
Venjarin var skjótur um Oyrasund. Hann fór til Hälsingborg, har Djurgården úr Stokhólmi var á vitjan. Hósdagin skulu FCK og Djurgården spæla í UEFA Cup kappingini. Tað verður roknað við tættari uppgerð, har tað avgjørt ikki verður nakar favorittur.