Feilalarmur í SMS

Seinnapartin í gjár fór alarmurin frá í SMS. Nógv hildu, at talan var um eina venjing, men Niels Mortensen sigur, at tað var ein feilalarmur. Nýggja skipanin er ikki justerað enn, og tí fór alarmurin frá. Tað gekk tó sera væl at fáa fólk úr bygninginum

Nógv hildu, at talan var um eina venjing, tá ið alarmurin fór frá í SMS í gjár seinnapartin. Fólk vórðu biðin um at fara úr bygninginum, og eftir lítla løtu var SMS tómt. Tað vísir seg tó sum, at als eingin vandi var á ferð, tí at talan var um ein feilalarm. Niels Mortensen, stjóri í SMS, greiðir frá, hvussu hetta kundi henda.

- Talan var ikki um eina venjing. Tað var ein feilalarmur, og tað vistu vit beinanvegin. Okkara trygdarskipan er sera fínt-følandi, og vit hava fingið nýggja tøkni í samband við umbyggingina. Hetta skal einans stillast rætt inn, so at vit sleppa undan hesum framyvir, sigur Niels.

Vatntrýst orsøkin
Orsøkin til, at alarmurin fór frá, var eitt stórt trýst á vatnveitingini frá kommununi.

- Tað hendir umleið 20 ferðir um árið, at trýstið á vatninum, sum vit fáa frá kommununi, er størri enn vanligt. Hetta er als ikki vandamikið, men orsakað av, at nýggja skipanin ikki er rætt innstillað, fór alarmurin frá. Hetta er nakað, sum vit kenna frá gomlum døgum, tí at vit hava upplivað tað fyrr. Vit arbeiða nú við at justera trygdarskipanina, sigur Niels Mortensen.

Óhepna hendingin í gár gav tó teimum møguleika at síggja, hvussu tað riggar at fáa fólk út úr húsinum. Tað vísti seg sum, at alt gekk sum tað skuldi.

- Tað riggaði sera væl. Hetta hendi í bestu handilstíð, tá ið flest fólk eru í SMS. Tó gekk alt skjótt fyri seg. Fólk vóru rólig, og starvsfólkini vistu øll, hvør orsøkin var til, at alarmurin fór frá, sigur hann.

- SMS hevur ongantíð verið so trygt sum nú, sigur Niels Mortensen at enda.