Feira 200 ára grundlógardagin

17. mai er norskur tjóðardagur, tí tað var tann dagin í mai 1814 , at Noreg fekk sína egnu grundlóg.

17. mai er norskur tjóðardagur, tí tað var tann dagin í  mai 1814 , at Noreg fekk sína egnu grundlóg.

 

Norska grunlógin varð einmælt samtykt av Riksforsamlingen á Eidsvoll 16. mai 1814. Dagin eftir, 17. mai, varð grundlógin daterað og undirskrivað av formansskapinum.

 

Sama dag var Christian Frederik valdur til norskan konga.

 

17. mai er almennur hátíðardagur og eisini almennur flaggdagur. Tjóðardagurin verður hildin í størri mun í Noreg enn í so mongum øðrum londum, millum annað við barnaskrúðgongu. Fleiri sangir, sum til dømis »Ja, vi elskeer dette landet« og »Fedrelandssalmen« eru í serligan mun knýttir at 17. mai.

 

Eitt nú Heðin Mortensen og Jógvan Skorheim, borgarstjórar, eru bodnir til hátíðarhaldið í Noreg í dag, 17. mai.