Í gjár steðgaði ferðslupatruljan hjá løgregluni einum bili, har illgruni var um, at førarin var ávirkaður av rúsevnum. Hetta var í Havn seinnapartin í gjár, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Blóðroynd varð tikin, og skal tað málið ganga sína gongd.
Og í gjár steðgaði løgreglan eisini einum bili, har førarin ikki hevði skavað kavan av bakrútinum. Har lá eitt tjúkt lag av kava, og tað er ikki loyvt sambært ferðslulógini. Bilførarin fekk tí 1.000 krónur í bót fyri tað.
Og so hevur løgreglan havt ein sovandi gest í brummuni í nátt. Tað var ein maður, sum gekk og órógvaði í einum grannalag í Havn mitt í nátt við at banka upp á hurðar og annars gera um seg soleiðis, at fólk ikki fingu náttarfrið.
Hann varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og latin leysur aftur í morgun.











