Tá ið 11 ára gamli, Niels Jákup Mortensen, ein dagin fyri einum lítlum mánaði síðani, fór ein túr í mølina í Fámjin við abbanum og nøkrum øðrum børnum, at hyggja eftir einum deyðum springara, vardi tað ongan, at hetta skuldi verða byrjanin til eitt ævintýr.
Sum tey gingu í mølini og reikaðu, duttu eyguni á Niels Jákupi niður á ein lítlan, svartan kassa. Abbin helt, at hann skuldi bara tveita hann frá sær. Men nú var forvitnið vaknað, so tað kundi tað ikki verða talan um. Kassin skuldi við til hús
Og heppið var tað.
Kassin varð tikin til hús upplatin og tað, sum í honum varð, bleiv ikki bara kent um allar Føroyar, men um allan heimin. Tí í kassanum var eitt ur, sum ein norskur urmakari og ævintýrari gróv niður á Norðpólinum fyri trimum árum síðani til minnis um forfaðir sín, tann kenda pólfararan, Roald Amundsen.
Men kassin við urinum í fann ikki hvíld á Norðpólinum. Ísurin breyt seg leysan og kassin rak á víðum havi, alla ta longu leiðina, heilt til Fámjins, har tað endaði í mølini eftir eitt ódnarveður, saman við einum deyðum springara og alskyns øðrum, merkiligum rekum.
Hóast kassin var fullur av sjógvi, gekk urið – ja, sum klokkan, tí hetta slagið av urið er so væl gjørt, at tað tolir allar ringastu umstøður.
Ein seðil í kassanum segði frá, at tað var ein norskur urmakari, Jørgen Amundsen, sum gjørdi hetta slagið av urum og sjálvandi boðaðu tey í Fámjin honum frá tí forvitnisliga reka, tey høvdu funnið.
Jørgen Amundsen hevur síðani flutt sítt virksemið til ur landið yvir øllum, Sveis.
Eitt upplivilsi fyri lívið
Og fyrsti kapittul í ævintýrinum hjá Niels Jákupi Mortensen varð skrivað um vikuskiftið, tá ið urmakarin bjóðaði honum og foreldrunum til Sveis eina ferð.
Í hesum døgum halda tey eina tað størstu sølustevnuna, sum er í heiminum fyri ur og gimsteinar og hon er í Basel í Sveis.
Á hesi stevnuni hevur Jørgen Amundsen, urmakari, eisini ein bás og hann vildi hava urið, sum hevði tolt eina 3000 kilometra langa ferð í tí ísakalda norðurhavinum, eftir at hava verið niðurgrivið í 60 kuldastigum á sjálvum Norðpólinum, við á framsýningina.
Men eitt ur, sum hetta verður ikki sent við posti og tí kom serligur sendimaður í Vágar eftir urinum í farnu viku.
Og fríggjadagin løgdu so Niels Jákup og foreldrini sjálvi leiðina avstað til Sveis at vitja.
Tey komu heimaftur mánadagin eftir eina ferð, sum varð eitt upplivilsi fyri lívið hjá 11 ára gamla fámjinsdronginum.
Hóast ferðin var strævin, stórtreivst Niels Jákup í Alpulandinum, tí tað var ein ógvuliga hendingarík ferð.
Jørgen Amundsen var serstakliga fittur og blíður og hann tók sær ómetaliga væl av Niels Jákup, er skoðsmálið, hann fær frá teimum í Fámjin.
Teir báðir gjørdust rættiliga væl og teir vóru samdir um ikki at missa sambandið við hvønn annan.
Ein stórur partur av ferðini var at vera á ráðstevnuni, sum var ómetaliga stór og fevndi um einar 160.000 fermetrar, har nógv av teimum heilt kendu sløgunum vórðu víst fram.
Urið, sum rak á land í Fámjin fekk heiðurspláss á básinum hjá Jørgen Amundsen við eini stuttari frágreiðing um ta ótrúligu søguna, hetta urið hevði havt. Og tað var eitt stórt upplivilsi hjá Niels Jákupi var at síggja urið víst fram á hesi stórfingnu sølustevnu.
Á ferðini tosaði Niels Jákup eisini við forvitin tíðindafólk, sum vildu hava søguna um fámjinsdrongin, sum setti Fámjin á heimskortið.
Men stundir vóru eisini til at fara til Geneve at hyggja at ymsum forvitnisligum, áðrenn leiðin gekk aftur til Føroya.
Hóast Niels Jákup kom heimaftur mánadagin, varð urið verandi í Basel til framsýningin endar og so kemur tað aftur.
Óvist er, hvat tey fara at gera við urið, men tey siga at í øllum førum hava tey ongan skund at taka tað avgerðina.....
Vit lata bara myndirnar tala fyri seg...