Heimskendi boksarin, 58 ára gamli, Mike Tyson, fer aftur í boksiringin.
Hetta verður hin 15. november móti 27 ára gamla, Jake Joseph Paul, og dysturin verður í Texas í USA.
Nógv umrøddi boksidysturin skuldi ætlandi vera í summar, men tá noyddist Mike Tyson at avlýsa vegna magasár.
Tað eru tey, sum halda, at tað eru pengarnir, sum motivera fyrrverandi heimsmeistaran at taka henda boksidystin við Jake Joseph Paul, sum er professionellur boksari.
##med2##
Sjálvur hevur Mike Tyson sagt, at tað eru ikki milliónirnar, sum koma á konto hjá honum í samband við dystin, sum eru avgerandi.
- Hetta verður ógvuliga stórt fyri meg. Vinni eg, gerist eg ódeyðiligur. Gongur tað illa, doyggi eg ikki í einari song á sjúkrahúsi. Tá fari eg at doyggja í ringinum, sigur hin 58 ára gamli.