Ruðuleiki tá kaðal varð grivin av norður um Fjall

Beint eftir klokkan 9 fekk løgreglan boð um, at alt telesamskiftið norður um fjall varð skitið

Tað var ein kaðal, sum varð grivin av í sambandi við arbeiði við tunlunum norður um fjall.

– Alt varð sett í verk til tess at útvega satelitttelefonir til bygdirnar norðan fyri fjall, so tey kundu fáa boð frá sær, um eitthvørt skuldi verið áfatt, sigur vakthavandi á politistøðini. 

Í Svínoy og í Fulgoy vóru satelitttelefonir, men tey fingu skjótt útvega tríggjar telefonir, soleiðis at Viðari og Hvannasund fingu hvør sína og ein var til arbeiðsplássið við Árnafjørð.

– Klokkan 11:24 fingu vit boð um, at sambandið var í lagi aftur til allar bygdirnar, uttan Árnafjørð, sum fekk samband 20 minuttir seinni, sigur vakthavandi á politstøðini.