REINA, GRØNA KOMMUNAN

Vit mugu øll gera tað, ið stendur í okkara makt fyri, at Tórshavnar kommuna kann kallast ein rein og grøn kommuna. Kommunali myndugleikin skal gera tað lætt hjá borgarunum at fara væl um náttúruna og umhvørvið. Hetta er ikki so torført, og loyvi eg mær at koma við nøkrum dømum:

·      UPPLÝSING

Kommunan eigur at leggja nógv meira fyri at minna fólk á, hvussu nógv tað dálkar at lata motorin í bilinum ganga, meðan mann líka fer inn í handilin at keypa. Eisini má upplýsingarátak setast í gongd viðv. óvananum at blaka tyggigummi, snúsposar og sigarettstubbar. Hesi bæði seinastu eru bart út vandamikil fyri børn og djór.

·      RUSKÍLØT 

Ein kommuna kann ongantíð hava ov nógv ruskíløt. Sum tað allarminsta má eitt ruskílat vera við hvørt bussskýli. Tað er tað ikki, sum nú er.

·      BURTURKAST

Vit mugu skilja, endurnýta og endurvinna burturkast í nógv størri mun, enn vit gera. Sum tað minsta eiga vit at endurvinna lívrunnið tilfar; tað snýr seg jú ikki bara um matleivdir men tildømis eisini kaffifiltur, teposar og køkspappír, ið kann endurvinnast til mold.

·      KLOAKKIR

Í Keypmannahavn eru 17 støð í býnum, har tú kanst svimja úti, og har býr út við 700.000 fólk. Í lítlu Havnini hava vit kloakk-trupulleikar, ið m.a. hava við sær, at tað luktar illa ymsastaðni í býnum, og tað er vandamikið at svimja í Sandagerði. Kommunulistin hevur lovað seg til at avgreiða 12.000 metrar av kloakkrørum komandi valskeið, og eri eg spent uppá at fara í holtur við hetta arbeiðið.

·      BUSSARNIR

Vit eiga at venja okkum við at brúka bussin meira, tildømis við at seta í verk gjaldsparkering. Hetta er púra vanligt aðrastaðni í heiminum, og vænti eg, at fleiri høvdu latið bilin staðið heima oftari og heldur farið við bussinum.

·      UPPALING

Tíbetur sær tað út til, at yngra ættarliðið er meira upplýst; tosar og hugsar meira um umhvørvið. Tí má tað ongantíð standa á, at kommunali myndugleikin tekur hetta í líka stóran álvara, sum yngra ættarliðið ger. 

Ein rein og grøn kommuna er ein siviliserað og tilvitað kommuna. Men vit mugu øll taka í egnan barm. Hetta eru alt smá fet, sum í longdini gera stóran mun. 

 

Edith Dahl Jakobsen,

valevni Kommunulistin