Fekk lina revsing fyri harðskap

Ein ungur drongur fekk ikki so harða revsing, sum hann kundi fingið, tá hann í gjár fekk dóm fyri harðskap

Ein ungur drongur slapp nokk so væl, tá ið hann í gjár varð dømdur fyri harðskap.

Hann var ákærdur fyri harðskap av serliga ráum og grovum slagi, tí sambært løgregluni vóru hann og nakrir vinmenn lagstir á ein annan ungan drong eina náttina uttanfyri eidd dansihøli í Havn.

Eftir at ein drongur varð feldur og lá svímaður í asfaltinum, stóðu ákærdi og nakrir aðrir rundanum hann og sparkaðu hann fleiri ferðir í høvdið og á kroppin.

Offrið slapp kortini væl og fekk bara smávegis skaða og varð eymur í andlitinum, tó at lækni metti, at hann kundi verða sálarliga ávirkaður av tí í eina tíð.

Tann akærdi noktaði seg sekan. Tvørturímóti greiddi hann frá, at hann hevði sæð, at ein annar hevði felt drongin og hevði gjørt seg kláran at herja á hann aftur, har hann lá í óviti á asfaltinum.

Fyri at forða fyri, at meiri harðskapi, tók hann drongin, sum ætlaði at leypa á, og fekk hann burturfrá, so at tað ikki hendi størri skaði.

Fleiri vitni greiddi frá tí tey sóu í rættinum. Nøkur vitnaði stuðlaði uppundir ákæruna hjá løgregluni og onnur stuðlaði frágreiðingini hjá ákærda.

Tá ið avtornaði, metti dómarin ikki, at talan var um harðskap av serliga ráum og grovum slagi. Hann metti ikki, at tað kundi ávísast, at ákærdi hevði sparkað drongin í høvdið. Men dómarin helt, at ongin ivi var um, at ákærdi hevði sparka drongin nakrar ferðir á kroppin.

Av tí sama varð drongurin dømdur 30 daga treytaða fongsulsrevsing við eini royndartíð upp á tvey ár.

Tað merkir, at ger drongurin nakað revsivert tey næstu tvey árini, skal hann sita teir 30 dagarnar, umframt dómin hann fær fyri tey nýggju lógarbrotini.

Undir vanligum umstøðum hevði dómurin verið harðari og ákærdi hevði ikki sloppið undan at siti.

Eitt dømi er, at ein knýttur nevi í andlitið kostar vanliga 30 dagar handan rimar og tað er dýrari at spakra liggjandi fólk.

Tá ið dómurin var lutfalsliga linur, var tað tí, at dómarin legði dent á fleiri ymisk viðurskifti.

Eitt var, at ákærdi var undir 18 ár, tá ið lógarbrotið varð framt. Hann legði eisini dent á, at ákærdi hevði ikki aftur verið í holt við løgregluna síðani hesa hendingina og at hansara persónligu viðurskifti vóru góð. Og so legði dómarin eisini dent á, at mansskaðin var bara lítil og ongin.