Fekk skaða í andlitið av einum glasi

Ein persónur er skuldsettur fyri harðskap í nátt

Ein persónur er skuldsettur fyri harðskap í Havn í nátt. Tað var seint í nátt, at tveir persónar komu til ilnar og tað endaði við, at annar rendi eitt glas, ella eina fløsku í andlitið á hinum.

 

Løgreglan sigur, at tann, sum fekk glasið í andlitið, fekk skaða í andlitið.

 

Ein persónur er handtikin í hesum sambandi og er skuldsettur fyri harðskap. Men annars er løgreglan  ikki komið nakra serligan veg at kanna hendingina, tí vitni skulu avhoyrast, umframt at aðrar kanningar gerast.

 

Annars var ein persónur so ólátaður, at hann fekk bót fyri at bróta politiviðtøkurnar

 

Løgreglan sigur at tað var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, tí kring landið hava nógv tiltøk verið. Eisini løgreglan hevur verið væl mannað í býnum og tey siga, at tey hava loyst fleiri ósemjur ímillum fólk, áðrenn tað vant upp á seg, og harðskapur spurdist burtur úr.