Fekk tveir mánaðir fongsul fyri smugling

Ein dani varð sunnudagin dømdur ein straksdóm upp á tveir mánaðir í fongsul

Hann varð tikin fyri at smugla umleið 900 gramm av hassji í viðførinum. Tollarar á flogvøllinum hildu honum aftur, til hann varð handtikin av løgregluni. 

Hann varð framsettur í Føroya Rætti til grundlógaravhoyring, har hann fekk ein straksdóm upp á tveir mánaðir í fongsul. Men av tí at talan var um ein dana – og tí at maðurin vildi samstarva við løgregluna, so varð hann leyslatin og verður innkallaður seinni at sita dómin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.