Felags evnisdagur við evninum palliatión

Í dag hava starvsfólk hjá Vesturvón, VEKS og demensklinikkini verið á sera áhugaverdum felags evnisdegi á Heiminum á Sýnini í Miðvági

Tað er dygdarmennarin hjá Vesturvón Mia Pedersen, sum hevur tilrættislagt og samskipa dagin. 

 

Umsorgan og røkt til doyggjandi er ein nátúrligur partur av arbeiðnum hjá røktarstarvsfólkið, og er tað tí sera viðkomandi at seta hetta á skrá við jøvnum millumbilum. 

 

Undirvísarin var dugnaliga Hansina Mikkelsen. 

 

Hansina hevur víðariútbúgving innan palliatión, og hevur drúgvar royndir innan hesa sergrein. 

 

Hesin hópur av starvsfólkum, var so heppin, at fáa lut í hennara vitan, førleikum og royndum. 

 

Ein sera væleydnaður, læruríkur og gevandi dagur.

 

##med2##