Felagsskapurin Frítt Val tilnevndur til Pigeprisen hjá PlanBørnefonden

Í dag varð almannakunngjørt, at føroyski felagsskapurin Frítt Val er tilnevndur Pigeprisen hjá PlanBørnefonden, og hava tey sostatt møguleika at vinna eina heiðursløn á 20.000kr.

##med2##

 

Frítt Val er ein felagsskapur ið síðani 2018 hevur arbeitt miðvíst fyri at skapa eina lógarbroyting í føroysku abortlóggávuni, og fyri at geva føroysku kvinnuni kropsligt sjálvræði. Sambært heimasíðuni hjá PlanBørnefonden eru Frítt Val tilnevnd vegna at hava sett sjóneykuna á abortrættindi, og viðvirkað at givið abort-kjakinum eitt virðiligt mótrák.

 

 

 

Hvørt ár verður hesin prísur handaður einum einstaklingi ella felagsskapi, ið á onkran hátt hevur arbeitt fyri javnstøðu í danska ríkisfelagsskapinum. Í fjør vann Aka Hansen, ið er aktivist og filmskapari, og arbeiðir fyri rættindum hjá grøndlenska fólkinum.

 

 

 

Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, ið er nevndarlimur í Fríum Vali, og andlitið uttantil í sambandi við átakið, greiðir frá:

 

- Tað er so spennandi og umráðandi at verða tilnevnd til ein prís av einum so stórum og viðurkendum mannarættindafelagsskapi. Vit hava arbeitt við hesum máli í sjey ár, og tað er stórt at ein felagsskapur sum teirra gevur okkum ta ítøkiligu viðurkenning, at tað arbeiðið vit gera er týdningarmikið og ger mun.

 

Hvønn týdning hevði heiðurslønin havt fyri arbeiðið hjá Fríum Vali?

 

- Sum sjálvboðin felagsskapur hevur tað sera stóra ávirkan at fáa hesa fíggjing, so at vit kunnu fremja okkara sak enn meira. Tildømis fáa vit javnan innbjóðingar at luttaka til ymisk tiltøk í útlondum, har vit kundu lært sera nógv, av øðrum sum arbeiða innan saman øki sum vit. Tiverri er tað tó ofta ikki møguligt at luttaka, vegna avmarkaðu fíggjarligu miðlarnar vit hava sum sjálvboðin.

 

- Umframt hetta, kundu vit eisini arbeitt upp aftur meira miðvíst her heima, við, eitt nú, at framleiða fylgivørur, so sum t-shirts, plakatir og annað, og at halda fleiri tiltøk og átøk fyri at upplýsa um okkara sak, sigur Katrin Sigurpálsdóttir Kamban.

 

 

 

Saman við Fríum Vali eru tvær aðrar tilnevningar í ár, nevniliga Filuka og Ahlam Chemlali. Á heimasíðuni hjá PlanBørnefonden stendur, at fyrstnevnda er tilnevnd vegna at hon sum tónleikari gagnnýtir pall sín til at leggja dent á javnstøðu og kynsmismun, og hevur verið millum teirra slóðbrótarar ið hava gjørt vart við tann umfatandi kynsmismunin í tónleikavinnuni. Ahlam Chemlali er Ph.d lesandi, og hevur í gransking síni lýst á hvussu kvennkyns flóttafólk og flytarar ið verða harðskapsrakt, standa í løgfrøðiligum tómrúmi í sambandi við at tær flýggja ella flyta.

 

 

 

Tilnevningin verður avgreidd umvegis eina almenna atkvøðugreiðslu ið opnar í dag. Mann kann atkvøða til og við tann 13. novembur, og vinnarin verður kunngjørdur 14. novembur til stórt tiltak í Keypmannahavn.

 

 

 

Meira kunning og leinkið til atkvøðugreiðsluna:

 

https://planbornefonden.dk/pigeprisen/

 

 

 

Grafikkur: Billa Jenný Jónleifsdóttir