Seta grabban í til nýggja aulu í Klaksvík

- Øll eru vælkomin framvið til tiltakið, sum er á parkeringsplássinum norðanfyri næmingaheimið, sigur Landsverk.

Nú klokkan 14 í dag skuldi grabbin setast í til tess at fyrireika lendið til nýggja aulu til Tekniska skúla í Klaksvík.

 

Landsverk veit at siga, at landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, fer at siga nøkur orð um verkætlanina.

 

- Øll eru vælkomin framvið til tiltakið, sum er á parkeringsplássinum norðanfyri næmingaheimið, sigur Landsverk.