Russisk vitjan undir hernaðarvenjing kring Taiwan

Taiwan hevur sett í verk revsitiltøk móti Russlandi, og Russland hevur sett Taiwan á lista yvir "ikki-vinalig" lond.

 

Meðan Kina hevur hernaðarvenjingar kring Taiwan, vitjar russiski verjumálaráðharrin í Beijing.

Meðan Kina er í holt við eina stóra hernaðarvenjing kring oynna, Taiwan, vitjar russiski verjumálaráðharrin, Andrej Belousov, kinesiska høvuðsstaðin.

 

Tað veit russiskaverjumálaráðið at siga sambært Reuters.

 

- Á vitjanini skal russiski verjumálaráðharrin tosa við hernaðarleiðarar og hernaðarpolitiskar leiðarar, verður sagt um russisku vitjanina í Beijing.

 

Kina og Russland hava hildið sambandið við líka eftir russisku innrásina í Ukraina.

 

Taiwan hevur sett í verk revsitiltøk móti Russlandi, og Russland hevur sett landið á lista yvir "ikki-vinalig" lond.

 

 

 

 

 

Meðan Kina hevur hernaðarvenjingar kring Taiwan, vitjar russiski verjumálaráðharrin í Beijing.