Fríggjadagin 7. november verður hátíðarhald í felagsskúlanum í sambandi við, at hetta skúlaár eru 40 ár liðin, síðani fyrsti realskúlaflokkur tók prógv á Oyrarbakka.
-Byrjað verður klokkan 17, tá vit taka ímóti fyrrverandi og núverandi næmingum, øllum lærarum og starvsfólkum og fólki úr fyrisitingini gjøgnum árini, siga fyrireikararnir.
-Vit fara eisini at heita á næmingar, lærarar og starvsfólk, at hava myndir frá skúlagongdini á Oyrarbakka við til hátíðarhaldið. Sum kvøldið líður, vóna vit at fáa nógvar myndir á veggin, sum úr egnum sjónarhorni mynda skúlagongdina á Felagsskúlanum í 40 ár, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.
Tey hava millum annað gjørt eina vangamynd á Facebook, sum verður kallað Felagsskúlin 40 ár. Her ber til at leggja myndir inn og annað, skriva fyrireikararnir.
Umframt myndaframsýning verða eisini røður og tónleikur á skránni við millum øðrum Eiðis Ljómfelag og Hans Olivur Joensen.