Ferðafólkini brúka nógvar pengar

Tað hevur mangar verið ført fram, at føroyingar fáa ikki tann vinning burtur úr ferðavinnuni, sum ynskiligt kundi verið. Men við kunningardiskin á flogvøllinum hava tey aðra áskoðan

Útlendingar, sum koma til Føroyar at ferðast, leggja ikki heilt einki eftir seg her, halda tey, sum umsita kuningardiskin á flogvøllinum í Vágum.
Anna Sofía Nordendahl, ið arbeiðir á Kunningarstovuni í Vágum, sigur, at í bara tveir dagar her eftir ólavøsku, rindaði kunningardiskurin ikki færri enn 50.000,- krónur aftur fyri sølu av tollfríum - ella Tax Free - vørum í Føroyum.
?Tað merkir, sigur Anna Sofía Nordendahl, at tey hava keypt fyri eina fjórðings millión, ella har á leið, meðan tey hava verið í Føroyum.
Hon sigur, at talan er fyri heilt stóran part um føroyskar vørur, tey keypa. Troyggjur og aðrar vørur úr ull tykist vera tað heilt stóra, vísir hon á.
Tey feðrafólkini, sum tey við kunningardiskin serliga hava lagt merki til hesar dagarnar, eru norðmenn og bretar, sigur Anna Sofía Nordendahl. Men eisini føroyingar, sum búgva uttanlands, og hava verið heima og ferðast, tykjast keypa nógvar føroyskar vørur við sær, tá tey fara avstað aftur.