Fer at taka málið um forboð fyri orkudrykkjum upp

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, heldur ikki at børn skulu drekka orkudrykkir

– Landsstýriskvinnan ynskirat taka málið upp politiskt,fyri at umrøða hvørji átøk kunnu setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum. Nú er tað soleiðis, at orkudrykkir koma partvíst undir matvørur, ið er málsøkið hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum og partvíst undir fólkaheilsu, sum er málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Tað vil siga, at hetta er eitt mál, ið eigur at verða tikið upp í samstarvi ímillum hesi bæði ráðini og avvarðandi stovnarteirra.

 

Tað sigur Margit Stórá í svarið til Steffan Klein Poulsen, tingmann, sum hevði sett henni ein §52a fyrispurning um orkudrykkir.

 

– Um forboð skal setast fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 18 ár ella børn og ung undir 16 ár, eigur hetta at verða gjørt við heimild í matvørulógini. Landsstýriskvinnan ynskir at fara í samskifti við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum,um hvørji átøk skulu setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.

 

Steffan Klein Poulsen hevði m.a. spurt um landsstýriskvinnan metir, at tað er skilagott, at børn og ung drekka orkudrykkir, um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum og um hon umhugsar forboð fyri at selja ungum orkudrykkir.

 

Les spurningin og alt svarið hjá landsstýriskvinnuni her.