Ferðavinnan má henta fruktir í Norra

Í vetur fer norska tjóðin at savnast um eina sjónvarpsrøð, sum er tikin upp í Føroyum. Tað er ein einastandandi møguleiki hjá ferðavinnuni. Men sambært Jørgen Niclasen ætla vit einki at gera við tað...

Undir 1. viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg upplýsti Jørgen Niclasen, at 1) játtanin til marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannaland er skerd, og 2) at ávís lond eru vald út sum marknaðir, ið ætlanin er at satsa uppá í ferðavinnuhøpi. ? Hetta val er gjørt við støði í arbeiðinum hjá Simon Anholt, sum uttanríkisráðið setti at geva føroyskum myndugleikum ráð um, hvussu Føroyar kunnu "brandast". ? Men Føroyar kunnu illa skapa nakran áhuga millum ferðafólk við egnum lýsingarátøkum. Serliga ikki eftir at játtanin til hetta endamál er skerd. ? Hinvegin ræður um at vera vakin og ansa eftir hvussu marknaðir broytast og nýggir møguleikar stinga seg upp. Tað ræður um at smíða, meðan jarnið er heitt - har tað er heitt. ? Ein av hesum møguleikum er, at ein stór norsk sjónvarpsrøð, sum verður send í vetur, fer fram í Føroyum. Røðina byggir á skaldsøguna "Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?" eftir Johan Harstad, sum nógvir føroyingar hava lisið. ? Hetta er dýrasta framleiðsla av sínum slag í norskari sjónvarpssøgu. Røðin verður send í prime time. Hon fer at savna norsku tjóðina - um ein føroyskan leikpall!
Norra ikki á listanum ?Hetta er eitt heilt einastandandi høvi at selja Føroya sum ferðamannaland í Norra. ? Í bókini hjá Johan Harstad kemur høvuðspersónurin til Føroya við Norrønu. Hon siglir tíverri ikki longur til tann vegin - hinvegin hevur Atlantsflog tikið upp aftur beinleiðis sambandið við grannarnar fyri eystan. ? So her liggur væl fyri. Tað snýr seg ikki um "branding", har vit byrja frá botni. Tað snýr seg um at heysta tað, sum verður sáað við "Buzz Aldrin...". Tað snýr seg um at henta búnar fruktir. ? Kortini telist Norra IKKI millum teir marknaðir, sum vit, sambært Jørgen Niclasen ætla at satsa uppá. ? Stovnað verður nú eitt ferðavinnuráð, har tað almenna og vinnan skulu ganga saman og tala við einari rødd og fylgja somu strategi. Henda strategi er, sambært tí Jørgen Niclasen upplýsti á tingi mikudagin, at vit í ferðavinnuhøpi satsa uppá Danmark, Týskland, Bretland, Italia og Holland. ? Norra stendur ikki á listanum. Hóast Føroyar ongastaðni í heiminum verða so væl marknaðarførdar sum har. Og beinleiðis flogsamband er. ? Vælsignaðu ferðavinnufólk: Nýtið henda møguleikan. Setið Norra á listan.