Í sambandi við eina blaðgrein sum Rúna Sivertsen, fyrrverandi formaður í Ferðslutrygd, skrivaði beint eftir at nýggja landsstýrið var skipað, heldur Eyðun Berg politistur, at talan var um eina grein, sum hann í høvuðsheitum kann taka undir við.
Greinin snúði seg um, at einki varð sagt um ferðslutrygdina í nýggja samgonguskjalinum. Rúna nevndi m.a. at hóast tað ferð eftir ferð verður gjørt vart við, at ferðsluvanlukkur eru størsta hóttanin ímóti fólkaheilsuni, var ikki eitt orð at finna um ferðslutrygd í samgonguskjalinum.
Eyðun Berg, ið starvast sum politistur í fyrisitingini hjá politinum og arbeiður m.a. við ferðslumálum umframt at hann eisini er knýttur at ferðslupatruljuni, sigur, at ferðslutrygdin eigur at síggjast í verki hjá landsins leiðslu. Um ferðslutrygdarætlanin stóð í samgonguskjalinum, hevði tað verið eitt gott signal. Tó skal sigast, at nógv er og verður gjørt á ferðslutrygdarøkinum, men tá vit tosa um fyribyrging kann, ikki gerast ov nógv.
Klippikortskipanin
Eyðun Berg hevur verið við í arbeiðnum at innføra klippikortsskipanina, sum hann heldur í sær sjálvum er ein trygdarskipan í ferðsluni. Hann sigur, at tað er av stórum týdningi, at hildið verður fram við tí fyribyrgjandi arbeiði, sum Ferðslutrygd stendur fyri. Í mong ár hevur Ferðslutrygd skipað fyri skeiðum fyri næmingum í miðnámsskúlunum. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við ferðsluoffur, ambulansafólk, koyrilærarar, politi og onnur. Hetta er eitt sera gott tiltak, serliga tí at ferðsluvanlukkur raka mest ungdómin. Tey ungu eiga størsta partin av deyðsvanlukkunum sum tíverri henda, og oftast eru tað ungir dreingir, sum verða raktir.
Tað hevur stóran týdning at myndugleikarnir ræðfesta ferðslutrygd høgt, bæði í játtanum og gerðum. At Ráðið fyri Ferðsltrygd hevur góðar arbeiðsumstøður hevur eisini stóran týdning. Tað kundi verið verið ein fyrimunur um arbeiðsplássið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fysiskt varð lagt saman við øðrum stovnum, sum arbeiða við fyribyrging, soleiðis kundi eitt fakligt umhvørvi verið við til at ment arbeiði. Soleiðis at skilja at alt sum hoyrir undir fyribyrging kundi verið undir einum taki, uttan at talan verður um nakrar bygningarbroytingar, sigur Eyðun.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur verið frammi við, at ein skaðanevnd átti at verið sett. Hetta tekur Eyðun fult undir við. Uttan iva vildi nógv vitan komi fram, sum vit ikki kenna í dag, við at álvarslig ferðsluóhapp vórðu kannað. Ein skaðanevnd kundi eisini havt fokus á vegakervið, sum ikki er so trygt allastaðni.
Eyðun heldur, at vit helst mugu síggja í eyguni, at ferðslulógin bara herðist sum tíðin gongur, krøvini vera alsamt størri til bilførarar, kanska einamest til hugburðin.
Frá at vera ein rættur at hava koyrikort, sum vit kenna tað í dag, verður tað kanska soleiðis at tað heldur at verið ein møguleiki, um fólk yvirhalda tær grundleggjandi treytirnar í ferðslulógini. Ferðslan økist og gert alt meira hættislig, samstundis sum ferðsluvanlukkurnar gerast fleiri og ógvusligari. Tí mugu vit øll standa saman í hesum álvarsliga máli, sum ferðslutrygdin er. Av tí at ferðslan er nógv, og trongligt er í gøtunum, kann tað vera skjótt at fólk í einum hektiskum dagligdegi gerast strongd, hava stutt fjús og kunnu t.d. finna upp á at gera hættisligar yvirhálingar, sum kunnu hava álvarsligar fylgjur við sær.
Øll við í ferðsluni
Vit eru øll við í ferðsluni á ein ella annan hátt, um vit koyra, súkkla ella ganga. Tey sum ikki eru beinleiðis úti í ferðsluni eiga familju og avvarðandi, sum dagliga ferðast í ferðsluni. So ferðsluvanlukkur kunnu raka øll í samfelagnum. Faktist rakar ein álvarsom ferðsluvanlukka okkum øll í einum lítlum samfelað sum okkara, her vísir Eyðun til, at øll hoyra ella lesa um vanlukkur í fjølmiðlunum.
Nógv er hent á ferðsluøkinum seinastu árini, klippikortskipanin sum Ferðsltrygd eigur sín leiklut í, er komin í gildi, og er hon eitt stig á vegnum. Tað er eisini positivt, at ein ferslutrygdarætlan er gjørd fyri Føroyar, men vit mugu ikki steðga har. Ferðslulógin treingir til at vera endurskoðað, í summum førum er hon ófullfíggjað.
Tað er týdningarmikið at halda lív í kjakinum um ferðslutrygdina, soleiðis at fólk vera
mint á álvaran í tí at handfara eitt motorakfar, at tey læra at tilpassa seg og yvirhalda ferðslulógina. Eyðun heldur, at síðani klippikortssipanin var sett í verk, hevur hann merkt ein sera positivan og broyttan hugburð millum fólk.
Koyribreyt
At enda vísir Eyðun á, at vit áttu at fingið tað nógv umtalaðu koyribreytina. Tað vísir seg, at eingin tekur ábyrdina upp á seg og ger nakað ítøkiligt. Eyðun heldur, at landsins myndugleikar áttu at takið stig til, at koyribreytin bleiv gjørd við at stuðla eini slíkari verkætlan. Breytin kundi endaliga verið á privatum hondum og verið rikin á handilsligum grundarlag. Fleiri koyriteknisk anlegg í Danmark eru seinnu árini farin á privatar hendur, sigur Eyðun Berg, sum leggur dent á, at tað sum hann sigur í hesi greinini eru hansara egnu sjónarmið.