Ferðavinnan - ein framtíðar vinnugrein?

Almenna tjakið um ferðavinnu hevur seinastu árini verið merkt av ónøgd í vinnuni, sum m.a. vísur seg við álopum á almenna stovnin Ferðaráð Føroya. Hóast álopini koma frá fáum persónum og virkjum, verða tey løgd fram, sum umboða tey ta samlaðu vinnuna og sleppa aloftast at standa eftir sum so.

Tí sýnist tað sum, at vinnan er ímóti Ferðaráð Føroya og ímóti, at tað almenna nýtir pening til at fremja føroyska ferðavinna. Frá Ferðaráðsins síðu er hetta sera torført at skilja, tí stovnurin er einasti almenni forsprákari vinnunnar. Endamálið við játtan stovnsins er at menna og skipa ferðavinnuna.

Í høvuðsheitum hevur Ferðaráð Føroya tey øki um hendi, sum ikki kasta pening av sær. Um ongin yvirordnaður myndugleiki tók hesar uppgávur á seg, hevði tað verið torført hjá vinnuni at vunnið pening úr ferðafólkavitjanunum, tí at vinnan í so mongum førum er bundin at vælviljanum hjá jarðareigarum, bý- og bygdarráðum, øðrum almennum myndugleikum og føroyingum annars, sum Ferðaráð Føroya beinleiðis ella óbeinleiðis (tvs gjøgnum eitt nú økisferðavinnufeløgini) samskiftir við. Vinnan skal hava í huga, at tað ikki er hon, sum eigur náttúruna og tey mongu støð, sum verða víst fram, hóast tað er hon, sum fær inntøkurnar.

Sum stjóri á Ferðaráð Føroya er tað torført at sannføra politisku myndugleikarnar og føroyingar sum heild um, at vit eiga eina framtíðar vinnu í ferðavinnuni, tá ið ferðavinnan alment mótsigur hesari útsøgn. Hví skulu løgtingslimir okkara skapa betri karmar fyri einari vinnu, sum heldur vísur ónøgd við almenna ferðavinnupolitikkin, enn brettir upp um armar, og saman við Ferðaráð Føroya gevur okkara samfelagi ein størri og betri bita av altjóða ferðavinnukøkuni?

Hetta sjónarmið hevur til endamáls at lýsa lógargrundarlagið undir Ferðaráð Føroya.


Lógargrundarlagið

Í Løgtingslóg nr. 80, §1 er staðfest, at ?Ferðaráð Føroya skal menna og skipa ferðavinnu í Føroyum, so hon gerst ein meiri týðandi táttur í samfelagsbúskapinum og fjøltáttar vinnulív og samfelagslív til frama fyri livilíkindini og trivna hjá teimum, sum her búgva?.

Fyri at røkka hesari endamálsorðing, er virksemið Ferðaráðsins skipað í

fýra arbeiðsøkir: fyrisiting, kunning, marknaðarføring og innlendis menning. Niðanfyri síggjast høvuðsuppgávur stovnsins sum lýstar í §2 í Løgtingslógini:


1. at gera skipanir og ætlanir viðvíkjandi føroysku ferðavinnuni

2. at upplýsa um Føroyar bæði innan- og uttanlands

3. at hjálpa og vegleiða ferðafólk, ið koma til landið

4. at veita hjálp til áhugafelagsskapir kring landið, herundir stovnsseting av avgreiðslum, har tað tykist neyðugt

5. at fyriskipa upplæring av starvsfólki í ferðatænastuvirksemi

6. at hava neyvt samstarv við jarðareigarar og friðingarmyndugleikar við tí endamáli, at náttúru- og mentunarvirði ikki verða skemd ella fara fyri skeyti av tí virksemi, ferðastreymurin hevur

7. at gera vegleiðingar og geva upplýsingar um, hvar og hvussu fólk kunnu ferðast ella støðast

8. at fylgja við teldu- og hentleikamenningini yvirhøvur innan ferðavinnuna og veita neyðuga ráðgeving

9. at virka fyri, at tey, sum reka ferðaskrivstovur, seta á stovn ein trygdargrunn ferðavinnunnar


Lógin er fyrimyndin

Løgtingslógin gevur Ferðaráð Føroya ábyrgd av nógvum og fjølbroyttum uppgávum, uttan tó at raðfesta hesar ella seta mál fyri góðskuna. Uppgávurnar verða til eina og hvørja tíð røktar í mun til karmar stovnsins, sum eru eitt samanspæl millum ta fíggjarligu orkuna og innanhýsis kunnleikan (know how) og uttanhýsis forstáilsi frá samstarvsfeløgunum fyri, hvat teirra lutur er í menningini av føroysku ferðavinnuni. Hesir samstarvsfelagar eru ferðavinnan, kommunur, aðrir almennir myndugleikar og føroyingar.

Skal virksemi Ferðaráðsins eftirmetast, eigur hetta sjálvsagt ikki at vera gjørt útfrá tilvildarliga valdum sjónarhornum, men útfrá nevnda lógargrundarlag og karmum stovnsins annars.


Ferðavinnan - størsta vinnan í heiminum

Hesi seinastu umleið 10 árini hava víst okkum, at føroyska samfelagið er sera viðbrekið, tí vit bert hava eina berandi vinnugrein. Um Føroyar skulu hava eina trygga framtíð, er tað tískil av týdningi, at vit menna aðrar vinnur enn fiskivinnuna.

Øll framkomin lond hava langt síðani ásannað, at møguleikar eru í ferðavinnuni, sum um aldamótið verður størsta vinnan í heiminum. Við stovnanini av Ferðaráði Føroya í 1990, vístu eisini vit, at Føroyar vilja hava sín part av altjóða ferðavinnukøkuni.

Ein hin størsti fyrimunurin við ferðavinnuni er, at flestu inntøkurnar verða verandi í landinum. Av tí at rávøran er náttúran og týdningarmiklasta aktivið er fólkið, hava vit við hesi vinnu møguleika at vaksa um inntøkurnar og fáa arbeiðspláss til vega, uttan beinleiðis at noyðast at innflyta stórvegis av vørum.

Um ferðavinnan framyvir skal vera skipað og støðugt mennast, má tað almenna Føroyar eiga ein lut í ferðavinnuni. Og um tað almenna Føroyar skal síggja meiningina við at gera íløgur í vinnuni og skapa góðar karmar fyri tey, sum starvast í henni, er tað umráðandi, at vinnan vísur á fyrimunir og møguleikar, so politikarar okkara kunnu taka eina greiða støðu, tá teir í heyst skulu viðgera Fíggjarløgtingslógina fyri 1999, og seinni í ár allarhelst eisini viðgera langtíðarætlan ferðavinnunnar, sum er nevnd í nýggja samgonguskjalinum.

Sum í øllum lívsins førum eru vit sterkast og lyfta best, um vit eru í flokki og standa saman.


Ferðaráð Føroya

Annika Joensen, stjóri