Ferðslan á Sandi er nógv broytt, síðan Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023.
Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum eru bæði fleiri bilar og meira ferð á vegunum enn áður.
Serliga verður víst á landsvegin millum Sand og Meginskúlan.
Fólk, sum dagliga ferðast á leiðini, hava greitt frá, at tað nú kennist vandamikið at ganga ella súkkla eftir landsvegnum. Tá bilar skulu út frá Meginskúlanum, skulu fleiri nærumóhapp eisini hava verið, tí ferðin á landsvegnum er so høg.
Nærumóhappini eru frágreiðingar frá fólki á staðnum og ikki løgregluskrásett óhapp.
Eingi samanberilig tøl
Tíggju ferðsluteljingar og ferðmátingar vórðu gjørdar í oktober 2024. Tær vísa bæði ferðslunøgd og ferð á fimm kommunalum vegum og fimm landsvegum.
Á landsvegnum vórðu millum 826 og 1.516 akfør skrásett um samdøgrið, alt eftir mátingarstaði.
Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan er vaksin.
Uppáhaldið um økta ferðslu byggir fyrst og fremst á frágreiðingar frá borgarum og fólki, sum brúka vegirnar dagliga.
60 við Meginskúlan
Á landsvegnum við Meginskúlan er hámarksferðin í dag 80 kilometrar um tíman.
Ferðslutrygdarætlanin mælir til, at hámarksferðin verður sett niður í 60 kilometrar um tíman við vegamótið.
Ein møgulig loysn er vanlig skelting. Ein onnur er eitt dynamiskt ferðsluskelti, sum bert vísir 60, tá ein bilur stendur við Meginskúlan og skal út á landsvegin.
Sensorar kunnu skráseta bilin og tendra skeltið. Ferðin verður sostatt bert sett niður, tá ið tørvur er á tí.
Kostnaðurin verður mettur til millum 20.000 og 200.000 krónur.
Bilverjan ov nær vegnum
Ferðslutrygdarætlanin vísir eisini á, at bilverjan fram við parkeringsplássunum við Meginskúlan stendur ov nær landsvegnum.
Framsíðan á bilverjuni er sambært uppmátingunum bert 25–30 sentimetrar frá kantstrikuni.
Víst verður til norskar vegnormalar, sum mæla til eina frástøðu á í minsta lagi 50 sentimetrar. Tí verður mælt til at flyta bilverjuna longri frá koyribreytini.











