Ein ferja við 350 ferðafólkum umborð er sokkin nærhendis Papua Ný Guonea, sum er norðan fyri Avstralia. Sjóferðslumyndugleikarnir í Avstralia siga, at átta skip og tríggjar tyrlur hava bjargað 219 fólkum.
-Tað er ein stór vanlukka, at eitt skip við 350 fólkum er sokkið, og at mong eftir øllum at døma hava latið lív, sigur avstralski forsætisráðharrin, Julia Gillard.
Reiðaríið Star Ships, sum rekur rutuna, sigur, at tað misti misti sambandið við MV Rabaul Queen klokkan átta í gjárkvøldið okkara tíð. Síðani hevur skipið ikki givið ljóð frá sær, og tí verður hildið, at tað man vera sokkið so skjótt, at stundir ikki vóru at senda neyðarkall.
Sum skilst vóru nakrir útlendingar við ferjuni, og avstralska uttanríkisráðið roynir nú at fáa greiði á, hvørjir teir vóru.