Ein ferja við umleið 270 fólkum umborð er koppað út fyri Norðurkýpros. Tað upplýsa staðbundnir miðlar sambært Reuters.
Leitingar- og bjargingararbeiði er í gongd.
Myndugleikarnir upplýsa sambært AFP, at nøkur fólk eru deyð, men enn er ógreitt, hvussu nógv talan er um.
Á upptøkum á sosialu miðlunum, sum staðbundni miðilin Cyprus Mail hevur endurgivið, sæst ferjan liggja á hálvd í sjónum. Bert partar av skrokkinum síggjast oman fyri sjógvin.
Enn er ikki greitt, hví ferjan koppaði.
– Øll neyðug tiltøk verða sett í verk fyri at tryggja, at bjargingar- og heilsutænasturnar kunnu bera skjótt at, sigur turkisk-kýpriotiska heilsumálaráðið í einari fráboðan sambært AFP.
Murat Senkul, borgarstjóri í havnarbýnum Kyrenia, haðani ferjan fór, lýsir støðuna sum álvarsama, skrivar Cyprus Mail.
Hann sigur við CNN Türk, at samband er fingið við 159 av fólkunum, sum vóru umborð, skrivar Reuters.
Borgarstjórin greiðir tó ikki nærri frá, hvat hetta ítøkiliga merkir.
Ferjan var á veg til turkiska havnarbýin Taşucu. Sambært staðbundna miðlinum koppaði hon stutt eftir fráferð úr Kýpros, eftir at hon var farin at taka sjógv inn.
Kýpros hevur verið sundurbýtt síðan 1974, tá Turkaland gjørdi innrás eftir eitt stutt grikskt stuðlað kvett.
Síðan tá hevur oyggin verið býtt í ein turkisk-kýpriotiskan part fyri norðan, sum bert Turkaland viðurkennir, og ein altjóða viðurkendan griksk-kýpriotiskan part fyri sunnan, sum eisini er limur í ES.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Ritzau















