Magnus Heri Mørk Hjelm (10.06.1942 – 28.07.2026)
Ein velur ikki síni foreldur, men eg var so heppin at fáa júst teg til pápa. Tú lærdi meg so nógv, og tað eri eg so ómetaliga takksom fyri, og tað goymi eg altíð í mínum hjarta.
Eg vaks upp, meðan virksemið hjá tær var á tí allarhægsta. Í vinnulívinum vart tú ein maður við stórum skilsemi og eldhuga. Ein sannur vinnulívsmaður av tí rætta slagnum, ið bygdi upp frá grundini og bar stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini so týðiliga, tá eg arbeiddi hjá tær í Grønadali, á Roykivirkinum í Porkeri, og tey mongu summrini, har eg málaði ymsar bygningar fyri teg.
Tú vart so ótrúliga familjukærur og fevnandi, tað sást so týðiliga, og tað merktu abbabørnini eisini so væl. Tú vart altíð har fyri okkum og vísti, at tú ynskti at vera saman við okkum. Tú tímdi so væl at fjolla fyri gentunum, tá ið tær vóru yngri. Tú rann rundan um stovuborðið eftir teimum og apaði teg, meðan tær runnu fyri lívinum. Genturnar elskaðu tað, og tú dámdi altíð at hava góða ferð á, líkamikið hvat tú gjørdi.
Løturnar vóru eisini góðar, tá vit spældu borðspøl. Tú vildi endiliga vera uppií og vildi helst vera í parti við øllum, mangan til forargilsi hjá tí, sum tú spældi á liði saman við, tí tú kundi bara ikki lata vera við at hjálpa hinum eisini.
Vit høvdu eisini so nógvar stuttligar løtur á uttanlandaferðum saman. Serliga ta ferðina, tá mamma leitaði upp og niður eftir kamarslyklinum hjá tykkum, meðan tú púra hevði gloymt, at tú gekkst við honum í skjúrtulummanum allatíðina. Tá fekk mamma veruliga sveittan fram. Ella ta ferðina í Spania, tá ið tú hoppaði í uttandura svimjuhylin og gloymdi, at tú hevði pengaseðlar í shortsunum. Tú legði teir vátu evroseðlarnar á rekkjuna framvið svimjuhylinum at turka í sólini, og tað var øgiligt, sum týskararnir hugdu.
Og so allar tær hugnaligu løturnar við klaverinum. Tú hevði heilt serstakar gávur, tá tú spældi, og tað var so vakurt at lurta eftir tær, serliga á jólum, og onkuntíð kom harmonikan eisini fram. Tú kundi ongantíð ganga framvið einum klaveri uttan at seta teg niður at spæla, til stóra gleði fyri øll rundanum teg.
Eisini vóru tað teir mongu fótbóltsdystirnir, vit hugdu at saman. Tað var altíð skeg, tá tú helt við Manchester United og eg við Liverpool, men tá ið Jürgen Klopp gjørdist manager hjá Liverpool, vart tú næstan við at skifta síðu. Eg haldi tú skifti síðu, men tú vildi bara ikki heilt innrømma tað.
Eg minnist eisini so væl tær mongu góðu løturnar í Danmark, tá ið tú vitjaði og bjóðaði okkum út at eta. Vóru vinfólk har, so bjóðaði tú teimum sjálvandi eisini við. Tað var tað sama heima við teimum mongu spontanu pizzakvøldunum, har tú knappiliga bjóðaði okkum heim til tykkum. Serliga pizza frá Pizzakøkinum vart tú glaður fyri. Ella tá tú bara ringdi spontant eitt kvøldið og bað okkum koma at hyggja eftir Olsen Banden, ið akkurát var byrjaður, og so lupu vit avstað. Tað var altíð hugnaligt og stuttligt saman við tær. Eg eri so glað fyri, at vit náddu eitt pizzakvøld afturat á eldrasambýlinum, har mamma, eg, Heidi og nøkur av børnunum fingu hildið hesa góðu traditiónina saman við tær, eina síðstu ferð. .
Eg eri so ómetaliga takksom fyri tey síðstu árini, eg fekk saman við tær, eftir eg flutti suður aftur, og serliga aftur til Vágs. Tú vart so glaður fyri, at vit keyptu húsið frá tykkum. Og tá eg seinni renoveraði, fylgdi tú so væl við í øllum. Tú ynskti altíð at vita, hvat nýtt var hent síðani seinast, og komst fegin við tínum íblástri. Tú stóðst altíð við mína síðu og bakkaði meg upp. Vit høvdu so nógvar góðar samtalur, og tú vildi altíð vita, hvussu tað gekk við mínum virksemi. Tú vart eitt menniskja við sterkum lívsvirðum og einum heilt serstakum integriteti.
Tá NePtuN yrkti so meistarliga í »Heimbygdin mín«:
»Søgu ríka mín heimbygd hon eigur, megnarkvinnur og menn føddust her,
vunnu bygdini æru og heiður, gingu undan í verki manga ferð.
Virkisfýsni fólki merkir, standið saman tí kvinnur eins og menn,
havið framtíðarhugsjónir sterkar, einaferð bygdin tá seg mennir enn.«
...so passar tað so ómetaliga væl upp á júst teg. Tú vart veruliga ein av teimum megnarmonnum, sum gekk undan við virkisfýsni og sterkum hugsjónum, og fá vóru sum tú.
Eg sakni teg so ómetaliga nógv, men tað er ein troyst at vita, at tú nú hevur fingið hvíld.
Takk fyri alt, góði pabba. Okur síggjast aftur hinumeðna, har eingin sorg og eingin pína er longur, og alt er gott.
Randi











