Føroyskur filmur um kærleika millum menn

Í gjár var føroyski filmurin »No rest for the wicked« frumsýndur í Havnar Bio

Ein dani, nevndur Helge, kemur til Føroya við einum hvalaveiðuskipi. Hann hittir Baldur, og teir gerast væl – meira enn væl. Fremmandi maðurin setur í stóran mun sín dám á lítla bygdasamfelagið, har Baldur býr.

 

Spælifilmurin »No rest for the wicked«, var frumsýndur fyri innbodnum í Havnar Bio í gjárkvøldið, og hann er á skrá hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio næstu dagarnar – og fyri filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er.

 

Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum. Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið.

 

Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr.

 

Fremmandamaðurin er danski hvalaveiðimaðurin Helge (Pilou Asbæk), sum vekir nakað í føroyska Balduri.

 

Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum.

 

Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina.

 

Men Baldur og Helge halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðst til endans - og enn longur.

 

"No Rest For the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrri var "Christian IV - Kongens sidste rejse" (2018).

 

Leikarar.

 

  • Egor Venned
  • Pilou Asbæk
  • Sofia Nolsøe (Ásla)
  • Kjartan Hansen (Súni)
  • Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup)
  • Brimheim

 

Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth. Charades í París stendur fyri altjóða søluni.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##