Stovnarin av Ferrari, Enzo Ferrari (1898-1988), var á ein hátt ein einari í søguni hjá bilídnaðinum. Hann var ikki, eins og nógvir aðrir bilfabrikantar, verkfrøðingur, mekanikari ella handilsmaður, men hann hevði ein brennandi hug til motorsport.
Longu sum 22 ára gamal kom hann í starv við Alfa Romeo, har hann hevði ein týðandi leiklut í menningini av bilverksmiðjuni.
Í 1929 stovnaði hann "Scuderia Ferrari Modena", har hann savnaði eitt lið av teimum best kendu rasarakoyrarunum innan italska motorsportin til kappkoyring í bilum frá Alfa Romeo.
Í 1940 stovnaði Enzo Ferrari fyritøkuna "Auto Avio Costuzioni Ferrari". Fyrsti bilurin var Ferrari 815, hann hevði 8 syl. og 1500 cc. Í 1943 flutti Ferrari verksmiðjan frá Modena til Maranello.
Enzo Ferrari vildi ongantíð gera kompromis við nakran um kvalitetin á bilunum, ella hvussu skjótt teir kundu koyra. Tí bleiv framleiðslan so dýr, at teir í 1969 løgdu saman við Fiat.
Ferrari er millum heimsins fremstu framleiðarar av super sportsbilum. Tilsamans hava teir síðan byrjan framleitt umleið 100.000 bilar, har umleið 80.000 koyra enn í dag.
Ferrari býurin Maranello er í dag eitt av stóru ferðamálunum í Evropa. Ferðafólkini vitja t.d. Formel 1 banan í Immola, savnið Galleria Ferrari, testbanan Fiorano, Ferrari Club Maranello og sjálva Ferrari verksmiðjuna.
Oljufelagið Shell og Ferrari hava havt drúgt samstarv. Til Formel 1 kappingar hevur Shell latið brennievni og smyrjiolju til Ferrari í mong ár, samstarvið byrjaði í 1950. Áliga letur Shell 300 oljuveitingar til Ferrari á 24 koyribreytum í 15 ymiskum londum.
Søgan hjá Ferrari búmerkinum
(búmerkið)
Eitt av heimsins best kendu búmerkjum man vera tað hjá Ferrari. Svarti hesturin á gulari bakgrund. Undir fyrra veraldarbardaga hevði ein kendur italskur flogskipari, Francisco Baracca, ein svartan hest sum búmerki í sínum flogfari, so fíggindin visti hvør hann var og skuldi ansa sær. Hesin flogskiparin skjeyt ikki minni enn 34 flogfør niður, áðrenn hann sjálvur bleiv skotin og datt niður í við býin Montello. Eftir kríggið lótu foreldrini hjá Baracca búmerkið við svarta hestinum til Enzo Ferrari, sum setti hestin í eitt búmerki við gulari bakgrund, ið er liturin hjá býnum Modena, har virksemið hjá Ferrari byrjaði av fyrstan tíð.