Suðuroy, sum ein kommuna

Okur hava stóra avbjóðingar innan fleiri økir ímun til restina av landinum. Meðan kommunur aðrastaðni í landinum, sum eru fíggjarliga væl fyri leggja saman dagligani.

 

Tíðin er komin – har okur sjálvið fara undir eina javnbjóðis tilgongd við kommunusamanlegging av allari Suðuroynni. Áðrenn politiski mynduleikin ger tað fyri okkum við lóg. Sum støðan nú er i Suðuroynni, er beinleiðis talan um avtofting av okkum. Saman standa okur nógv sterkari, sum ein kommuna. 

 

Eg havi altíð gingið inn fyri, at Suðuroyggin skal vera ein kommuna. Tað er rættast at gera, tá standa okur sterkast á øllum økjun. Eg eri so ikki bangin fyri tí - heldur hinvegin, verður tað ein styrki fyri okkum øll í Suðuroynni.

 

Okur hava longu nú sum er samstarv á nøkrum økjum. Men tað kundi so avgjørt verið meira enn tað, helst har okur øll eru saman um alt og draga somu línu.

 

Fakta er at Suðuroyggin mennist ikki í løtuni, og tað vísa øll tøl í mun til restina av landinum. 

 

Við at leggja komunurnar saman, vera okur nógv sterkari og tað skal gerast við skili og við einari javnbjóðis ætlan, fyri alla Suðuroynna. Sjálvsagt eru fleiri atlit at taka, við slíkari tilgongd. Avgjørt fáa okur øll vinning, við at hava samanlegging fyri alla oynna. Sum nú er vinna okur einki ímun til restina av Føroyum.

 

Sum er, kundi ein byrja við, at hava 2 kommunur í Suðuroynni, men besta loysnin er, at leggja alla Suðuroynna saman í eina kommunala eind. Tí um okur ikki fara í holt við slíka tilgongd, ja so verður hon gjørd við lóg. Lat okkum tískil, fara til verka við hesari vitalari ætlan um kommunusamanlegging fyri alla Suðoroynna. 

 

Samanlagt eru í løtuni 29 kommunur í Føroyum, við einum fólkatalið uppá gott 55.000 íbúgvar. Tað er púra burturvið.

 

Í Suðuroynni eru 7 kommunur og við minkandi fólkatalið ár fyri ár. Sum var nærri 6000 íbúgvum fyri góðum 30 árum síðani.

 

Fara okur aftur til 1985 búðu 5.889 fólk í Suðuroynni. Seinastu tølini fyri oktober í 2025 búðu 4.515 fólk í oynni. Tað er ein stór afturgongd á 1.373 fólk. Hagtølini tala jú fyri seg. Tað eru ikki 10% av samlaða fólkatalinum í Suðuroynni longur, sum oftani verður víst til. Talið er frá oktobur 2025 er í dag 8.2 %, av samlaða fólkatalinum í Føroyum. 

 

Tilgongdin fyri at leggja alla Suðuroynna í eina stóra kommunu, má fólkið sum her býr eisini spyrjast fyrst. Verður talan um nei til samanlegging, verður alíkavæl vantandi, at landsins mynduleikar krevja, at tað verður lagt saman við lóg. Fleiri royndir hava verið í Suðuroynni um samanlegging, tó uttan úrslit. Seinast í norðaru hálvu í Suðuroynni, tó uttan samanlegging. Hóast talan var um tættan kamp.

 

At leggja alla Suðuroynna saman, er eisini tað einasta rættta at gera. Har Suðuroyggin, verður ein sterk og javnbjóðis kommuna. Har okur vera eisini sterkari  ímun til áður og meira kappingarfør við restina av landinum.

 

Alt annað er ein falitterklernig, tad síggja okur øll, um okur hyggja eftir fakta tølum, sum bara gera okkum minni og minni á øllum økjum. Okur blíva fleiri eldri, minni av ungum fólkum, størri og fleir útreiðslur vera lagdar á okkum frá landsins síðu. 

 

Har sjálvt tær størri kommunurnar ikki kunna fylgja við meira – uppaftur verri er tað fyri tær smærri. Okur eru øll tey sum tapa í seinasta enda. Sera einfalt er tað. 

 

Barnafamiljur føla seg ikki tryggar nok longur, hóast tey ynskja at vera her, har ein av orsøkunum er, at føðideildin á Suðuroya Sjúkrahúsið var niðurløgd. Har eisini ein av mínum kæru átti barn umborð á Smyril, av somu orsøk. Verri hevði verið um Galaxy silgdi tá.

 

 

 

Landið má eisini spæla meira við

 

Landsins mynduleikar mugu eisini spæla við, eitt nú við at leggja fleiri alment størv til Suðuroynna. Tað hava okur ikki so nógv til hesu seinastu 20 árini. 

 

Meðan eitt nú við børn við serligum avbjoðingum, vera send til Havnar á serskúla og saman er galdandi innan barnaverdarøkið, har kommunurnar í Suðuroynni gjalda yvir 10 milliónir árligani. Meðan børnini enda í Havn. 

 

Har so avgjørt, tað hevði verið ein fyrimunur fyri hesu børn – at verið í nærumhvørvinum í Suðuroynni, møguliga har onnur børn við øðrum avbjóðingum eisini vóru. Sum ikki er óvanligt í okkara grannalondum. 

 

Eisini er tað ein sjálvfylgja, at føðideildin opnar aftur. Kanska eru okur tá meira at tosað við – eisini í mun til eina komandi kommunusamanlegging fyri alla Suðuroynna.

 

Aftur til fólkaminkingina her hjá okkum í Suðuroynni, sum jú er okkara størsta avbjóðingin, í løtuni og har ein skuldi trúð táið Føroyar gjørdist eitt valdømi í 2007, fór at gerast betri. Tað hevur bert gjørt støðuna verri síðani tá.

 

Okur mugu øll draga eina línu og ikki sum er í hvør sín enda. Okur tapa øll óansæð. Tað er jú so eyðsæð og klokkuklárt í løtuni.

 

Miðal inntøkan hjá okkum her suðri ímun til miðstaðarøki er í prosentum so langt niðanfyri restina av landinum. Heilt upp til 25 %, minni, visti tøl herfyri. Hettar er bara fakta. 

 

Nú højkonjukturin hevur verið í 2 ára tíggjir, og øll økir vaksa uttan Suðuroyggin. Næstan ikki eitt alment arbeiðspláss er komið til oynna hesu seinastu árini. 

 

Heldur hinvegin royna ávísir miðstarpolitikarar, taka tað sindri sum er staðsett her suðri frá okkum og tað gerst bara nemmari hjá teimun, tï okur eru veikari og veikari, við hesari rúkandi fólkaminking.

 

Lat okkum tí standa saman um ein kommunu í Suðuroynni og við einum nýggjum Suðuroyartunnil sjálvandi, sum skal fíggjast og gerast við skil, har trygdin er í hásæti.

 

 

 

Levi R Mørk