Pætur og Pauli vunnu - Kjartan tapti stórt

Tað gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tvey føroyingalið vóru í leiki í kvøld í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á útivølli 32-27 á Aarhus. Tað lá serliga væl fyri hjá suðuroyggjamonnum, ið vóru á odda 21-14 í steðginum.

 

Pætur skoraði fimm mál, og Pauli skoraði tvey mál.

 

Team Sydhavsøerne er fjórðfremst í deildini við 16 stigum. Skive er fremst við 22 stigum.

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel taptu í kvøld stórt fyri Skive á útivølli. Skive vann 35-19 á Vendsyssel. Í steðginum var Skive á odda 16-9. 

 

Kjartan skoraði trý mál.

 

Vendsyssel er nummar sjey í deildini við 12 stigum. 

 

Sunnudagin klokkan 14 spæla Pauli Jacobsen, Leivur Mortensen, Janus G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn dyst á útivølli móti Give.