FF Klettar nýggja nevnd

Føroysku útisetarnir í Århus hava fingið nýggjan formann.

FF Klettar, fótbóltsfelag fyri føroyskar útisetar í Århus, hevur havt aðalfund, og nakað av útskifting er í nevndini. Niclas Højgaard Eysturoy fór frá sum formaður, meðan næstformaðurin, Jóannes Martin Johannesen, og kassameistarin, Teitur Rasmussen, eisini takkaðu fyri seg.


Nevndin hevur skipað seg av nýggjum, og nevndin sær nú soleiðis út:


Hjallgrímur Janusarson Vestergaard, formaður

Brandur Heinason, næstformaður

Páll Mortensen, kassameistari

Ragnar Bárá Tausen, stuðulsábyrgdarmaður

Pætur E. Rasmussen, dystarsamskipari

Hallur Leivsgarð Joensen, tiltakslimur

Laila Mikkelsen, tiltakslimur


FF Klettar varð sett á stovn 23. februar 2013, og í løtuni hevur felagið tvey manslið – eitt 11-manslið við Fróða Ludvig sum venjara, ið spælir í seriu 5, og eitt 7-manslið við Pæturi E. Rasmussen sum venjara, ið spælir í seriu C1.


Eitt kappingarár er frá apríl til juni og so aftur frá august til oktober. Felagið hevur eisini í huga at melda eitt kvinnulið til, men einans um undirtøka er fyri tí. Nevndin boðar frá, at áhugaðar kvinnur kunnu seta seg í samband við Lailu Mikkelsen ella onkran annan í nevndini.