Krevja innlit í ætlan um at niðurleggja verkætlanardeild á Landsverki

Fýra fakfeløg hava í dag sent umbøn um alment innlit til landsfyrisitingina fyri at fáa greiðu á arbeiðinum, sum hevur verið gjørt í sambandi við ætlanir um at niðurleggja Verkætlanardeildina á Landsverki

Fýra fakfeløg hava í dag sent umbøn um alment innlit til landsfyrisitingina fyri at fáa greiðu á arbeiðinum, sum hevur verið gjørt í sambandi við ætlanir um at niðurleggja Verkætlanardeildina á Landsverki ella á annan hátt broyta bygnaðin fyri byggi- og verkætlanarvirksemi landsins.

 

Umbønin er send sambært lógini um innlit í fyrisitingina og fevnir um øll skjøl frá 1. januar 2025 fram til í dag, sum hava samband við fyrireiking, viðgerð, ráðgeving, hoyring ella avgerð í málinum.

 

Feløgini biðja millum annað um arbeiðsbólkafrágreiðingar, metingar av avleiðingum, váðametingar, kostnaðarmetingar, innanhýsis notat, arbeiðsskjøl, fundarfrásagnir, teldupostar og samskifti millum stjórnarráð, Landsverk og landsstýrisfólkið. Eisini verður biðið um innstillingar og tilmæli, sum eru latin landsstýrisfólkinum.

 

Um partar av skjølunum verða hildnir uttan fyri innlitið, krevja feløgini samstundis at fáa eitt yvirlit yvir hesi skjølini, saman við grundgeving og heimild fyri, hví tey verða undantikin.

 

Umbønin er undirskrivað av álitisfólkum vegna Starvsfelagið, Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Maskinmeistarafelagið.

 

Málið kemur í kjalarvørrinum á kjakinum um framtíðina hjá Verkætlanardeildini á Landsverki og møguligar bygnaðarbroytingar í almennu byggivinnuni.

 

Tey, sum hava skrivað undir umbønina um innlit, eru:

 

  • Erla Ree, vegna Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
  • Árant Løkjá, vegna Maskinmeistarafelagið
  • Sølvi Sjúrðarson, vegna Starvsfelagið
  • Sonni Seyer, vegna Akademikarafelag Føroya