FH er favorittur at fara við gullinum

Sambært venjarunum, liðskiparunum og formonnunum hjá pepsideildarliðunum eru Gunnar Nielsen og teir favorittar

Besta íslendska fótbóltsdeildin, pepsideildin byrjar í morgin. Fyrstu dystirnir í hesum kappingarárinum byrja klokkan 18 føroyska tíð. Úti á Heimoynni tekur ÍBV við Jóhan Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum ímóti Fjølni. Somu klokkutíð vitjar meistaraliðið, FH við føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen í Akranesi og spælir ímóti gamla liðnum hjá Una Arge og Julian Jónsson, ÍA.

 

Venjararnir, liðskipararnir og formennirnir hjá teimum 12 pepsideildarliðunum hava tippað hvør gerst íslendskur meistari. Úrslitið av tippingini vísir, at FH er ein lítil favorittur til at endurvinna pepsideildina í harðari kapping við KR og Val. Tippingin gevur ÍBV eitt 9. pláss, sum er nóg mikið til at varðveita plássið í pepsideildini.

 

Úrslitið av tippingini hjá venjarunum, liðskiparunum og formonnunum var sambært Morgunblaðnum hetta. Givin vóru 12 stig til liðið teir mettu enda nummar eitt, 11 stig til liðið teir mettu enda nummar tvey, eitt stig til liðið teir mettu fór at enda aftast, os.fr:

 

1. FH - 399 stig (av 432 møguligum)
2. KR - 379 stig
3. Val­ur - 375 stig
4. Stjarn­an - 320 stig
5. Breiðablik - 295 stig
6. Fjöln­ir - 228 stig
7. KA - 197 stig
8. Vík­ing­ur Reykjavík - 192 stig
9. ÍBV - 144 stig
10. ÍA - 110 stig
11. Grinda­vík - 103 stig
12. Vík­ing­ur Ólafsfjørður - 66 stig