Semja er um at geva Landsstýrinum heimild at leggja upp til 12,5 mió. krónur av lánsupphæddini til Framtaksgrunnin um til stovnsfæ, treytað av, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða broyttar.
Umframt tað, er tað ein treyt, at myndugleikin fyri Framtaksgrunnin við samtykki frá Vinnumálaráðnum, tekur av sítt undantaksloyvi, sambært lógini um vinnurekandi grunnar.
Framtaksgrunnurin skal hereftir virka eftir teimum rættindum og skyldum, sum lógin ásetur, og skal ikki longur standa í teirri skrá grein 1 stk. 6 í somu lóg. Eisini samtykkir fíggjarnevndin at danski teksturin í lógini verður strikaður.
Skal ikki hava óavmarkaða heimild
Í uppskotinum frá Landsstýrinum, sum fíggjarnevndin nú hevur viðgjørt, var ein broyting í løgtingslóg nr. 1 frá januar 1995, har Landsstýrið fekk óavmarkaða heimild til at leggja lánið til Framtaksgrunninum um til stovnsfæ.
Sambært uppgerð frá 31. oktober í ár, er eginognin í Framtaksgrunninum negativ við 16,1 mió. krónum. Fíggjanevndin heldur, at heimild Landsstýrissins eigur at avmarkast, og skýtur tí upp av avmarka heimildina soleiðis,at 12,5 mió. krónur av landskassaláninum til grunnin verður lagt um til stovnsfæ.
Fyritreytin er, at danska stjórnin somuleiðis leggur 12,5 mió. krónur av lánsupphæddini um til stovnsfæ soleiðis, at samlaða upphæddin verður 25 mió. krónur.
Skulu meira enn 12,5 mió. krónur av landskassans lánspeningi í grunninum umleggjast ella konverterast til stovnssfæ, skal málið leggjast aftur fyri tingið.
Sjey mió. krónur
í eginpeningi
VilhelmJohannesen, tingmaður, sigur í viðmerking til málið, at um landskassin og danska stjórnin seta 25 mió. krónur í grunnin, so hevur hann 7 mió.krónur í eginpeningini, av tí at undirskotið nú er 18 mió. krónur.
Við hesum ískoyti fær Framtaksgrunnurin møguleika at endurreisa virksemi kring um í landinum.
- Um vit hinvegin seta upphæddina til 30 - 40 mió. krónur, so missir tingið Framtaksgrunnin úr eygsjón, sigur Vilhelm Johannesen.
Fíggjarnevndin setti eisini aðrar treytir fyri at bjarga Framtaksgrunnnum.
Eitt nú er kravið frameftir, at nevndarlimirnir í Framtaksgrunninum ikki skulu hava nevndarsess í feløgum, sum grunnurin hevur sett pening í.
Grunnurin skal hinvegin seta aðrar persónar í feløgini, sum kunnu umboða Framtaksgrunnin.Teir skulu bert sita tvey ár í senn, men skulu kortini hava møguleika at verða afturvaldir.
Eisini er kravið, at Framtaksgrunnurin, sum higartil hevur verið undantikin reglunum fyri vinnurekandi grunnar, skal skrásetast í Føroyum.
Ongin haldgóð grundgeving
Nevndin sigur í álitinum, at hon onga haldgóða grundgeving fingið fyri, hví Framtaksgrunnurin er undantikin lógini um vinnurekandi grunnar. Eisini er ógreitt, hvussu farið er fram, tá undantak er givið, og um, hvør hevur biðið um at fáa grunnin undantiknan.
Nevndin heldur, at Framtaksgrunnurin eigur at verða skrásettur hjá Skráseting Føroya og virka sambært teimum reglum, sum lógin fyriskrivar.
Málið kemur til 2. viðgerð í tinginum hósdagin.