Nú er greitt hvørji tey átta liðini vera, ið fara at kappast í fjórðingsfinalunum í afrikanska endaspælinum í fótbólti, ið verður leikt í Marokko.
Týskvøldið vann Fílabeinsstrondin greiðan 3-0 sigur á Burkina Faso. Í hinari fjórðingsfinaluni skoraði Adil Boulbina sigursmálið fyri Algeria í 119. minutti, also ein minutt áðrenn brotssparkskapping var á skránni. Ein vátur vøttur at fáa hjá Demokratiska Lýðveldinum Kongo.
Fílabeinsstrondin-Burkina Faso 3-0 (2-0)
1-0 Amad Diallo ('20 )
2-0 Yan Diomande ('32 )
3-0 Bazoumana Toure ('87 )
Algeria-Demokratiska Lýðveldið Kongo 1-0 (0-0 - 0-0) - aftaná longda leiktíð
1-0 Adil Boulbina ('119 )
Fríggjadagin vera hálvfinalurnar hesar: Klokkan 16: Mali-Senegal og klokkan 19: Kamerun-Marokko.
Leygardagin vera hálvfinalurnar hesar: Klokkan 16: Algeria-Nigeria og klokkan 19: Egyptaland-Fílabeinsstrondin.











