Filmsdagar í Kulu Smiðju

Ungdómshúsið Gula Smiðja í Saltangará og Filmshúsið bjóða ungum við áhuga fyri filmi, at koma á gátt mánadagin 11. og týsdagin 12. november; báðar dagarnir frá kl. 15:00 – 19:00. Endamálið er at geva eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu.

 

- Ung skulu framleiða, skapa og læra kynstrið at siga frá søgum, víðarimenna hugskot til eitt storyboard e.l. og at framleiða ein stuttan film á føroyskum, sigur kendi føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, ið fer at leiða hópin hesar dagarnar.

 

Hann leggur afturat at, øll ung í aldrinum 7.flokkur og upp til 18 ár, við áhuga fyri filmi, eru vælkomin.

 

“Talent í Eygsjón” er ein verkætlan, sum Filmshúsið hevur sett í verk og sum hevur til endamáls at geva ungum ein møguleika at luttaka og menna virkishugin innan filmframleiðslu á føroyskum. Verkætlanin skal eftir ætlan ferðast um alt landið, so øll ung í Føroyum fáa høvi at royna seg. Ung, ið umhugsa at halda á fram at virka innan filmsumhvørvi, kunnu so seinni fáa uppaftur fleiri nýggjar og spennandi avbjóðingar.

 

Meira fæst at vita um tiltakið við at venda tær til Tótu Árnadóttir, leiðari av Gulu Smiðju.